Fótbóltur
Eingin ivi var um, at tað var Norðoyastevna, og at tað harvið var KÍ, sum átti heimavøll. Men serliga í 1. hálvleiki sást hetta ikki á spælbýtinum, og áskoðararómurin bendi nógv meiri á, at tað var Skála, sum kundi eiga heimavøll. Skálalitt uppsløg vóru alla staðni, og vitjandi áskoðararnir vóru í skýlinum støðugt meiri mælskir, enn teir hjá heimaliðnum vóru.
At Skála spælararnir ikki leggja einki í stuðulin, og at teir rokna hann týdningarmiklan, sást, tá ið teir eftir síðsta bríkslið fóru norður undir skýlið og takkaðu.
Eftir síðsta bríkslið tóktist tað ikki sum um, at skálamenn vóru so harmir um, at tað ikki hevði eydnast teimum at vinna. Seinna partin av 2. hálvleiki vóru teir í 5-4-1 uppstilling. Bogi Gregersen var á miðvøllinum, og Jonhard Frederiksberg var einsamallur í álopinum, har hann arbeiddi nógv.
Klaksvíkingar gjørdu nógv mistøk, og tá ið Skála fangaði bóltin í sovornum støðum, vóru teir sera vandamiklir í skjótálopum. Sum hvirluvindar søktu teir at, men teir fingu ikki sigursmálið. Fleiri ferðir restaði yvirblikkið, sum kravdist fyri at leggja sendingina, ið skuldi spæla KÍ verjuna púra tunna, og tá ið teir ta einu ferðina fingu bóltin í høgra borð og løgdu flatt innfyri, misnýttu teir. Liðformaðurin, Pauli G. Hansen, sum aftur hesa ferð var rættuliga sentralur, var blankur við handara stólpan, men fimm metrar úr málinum sendi hann skeivu megin stólparótina.
Fyrra umfarið var Skála greitt omaná. Kanska var samanspælið ikki støðugt so skjótt, sum tað hevur verið fleiri aðrar ferðir fyrr í ár. Men teir arbeiddu nógv, bjóðaðu seg til og funnu væl hvønn annan. Uppskriftin við síðuskiftum og skjótum snaringum og vendingum var ikki so sjónsk hesa ferð, sum onkra aðra ferðina, men tað var kortini væl meiri ferð, tyngd og samanhangur í hjá Skála.
Jónhard Frederiksberg var sera eyðsýndur sum fremsti maður, og tað eydnaðist honum at leggja Skála framum tíggju minuttir fyri hálvleik. Um miðstrikuna í høgra borði vann hann bóltin. Mótstøðumenninir tóktust ikki hava hug at takla. Teir hopaðu undan, og so setti landsliðsmaðurin ferð á. Hann sneiddi framvið onkrar, og tá ið hann var komin fram ímóti brotsteigarmarkinum smekkaði hann til, og bólturin fór flatt dygst inn við stólparótini. Stutt frammanundan hevði Skála givið klaksvíkingum eina ávarðing, men ta ferðina fekk Jákup Mikkelsen akkurát beint bóltinum til horna.
Hóast Skála í 1. hálvleiki vísti so nógv betri liðavrik enn heimaliðið, so hevði KÍ tveir stórar møguleikar at fáa mál. Í fyrra førinum drønstútaði Ovi Nysted eftir horna og dygst við síðuna av, og í seinna førinum heilfluktaði væl upplagdi Eyðun Klakstein eftir innlegg úr høgru og við handara stólpan dygst við síðuna av.
Hugflogið og tyngdin resta
Higartil í ár hevur tað næstan hvørja ferð verið soleiðis, at KÍ hevur strítt seg upp á javnleik, eftir at mótstøðuliðið hevur lagt seg framum. Soleiðis var tað eisini hesa ferð. Eftir steðgin var hugburðurin hjá KÍ betri. Teir vunnu fleiri nærdystir, og teir vóru oftari fyrri á returbóltunum, enn teir høvdu verið undan steðginum. Men teir vístu ikki nógv samanhangandi fótbóltsspæl.
Við vandanum fyri at taka seg sjálvan upp í saman skal bara stutt staðfestast, at teir høvdu ógvuliga torført at finna hvønn annan. Einfaldar og stuttar sendingar vóru óneyvar, og tað tóktist vera torført og næstan ógjørligt at spæla seg úr verjuni og umvegis miðvøllin, tá ið roynt varð at fara í álop. Tað, sum ikki var stórvegis trupulleiki hjá mótstøðuliðnum, var ógvuliga torført hjá KÍ, sum oftast sparkaði høgt og langt í vónini um, at fremstu spælararnir skuldu fáa tak á.
Men KÍ stríddi seg eftir steðgin upp í part. Gongdin bendi á, at um teir skuldu fáa mál, so skuldi tað verða í sambandi við deyðbóltsstøðu, og soleiðis var tað eisini. Atli Danielsen, sum stríddist nógv, var hægstur, eftir at Eyðun Klakstein hevði sent hornaspark úr høgru og innfyri. Bólturin var farin út frá aftur, hann varð rættuliga høgt lossaður aftur í málteigin.
KÍ vann brotssparkskappingina um Norðoyastevnusteypið, og lagið tóktist ikki av leið. Men javnleikur omaná javnleik og fýra stig í fimm teimum seinastu uppgerðunum boða ikki frá, at Klaksvíkar Ítróttarfelag skal halda hundrað ára føðingardag í absolutta toppinum. Har er Skála framvegis at finna.