Henrik Old hevur spurt Finnboga Arge, Landsstýrismann í samferðslumálum, nær hann ætlar at seta løgtingsins vilja í verk viðvíkjandi suðuroyarsiglingini.
Í tinginum mikudagin, vísti hann á, at løgtingið samtykti at seta tvær milliónir av á fíggjarlógini fyri í ár til at dagføra suðuroyarsiglingina fyri.
? Hvør túrur um vikuna kostar umleið eina millión um árið.
? Hesar báðar milliónirnar skuldu sostatt rokkið til tveir túrar afturat um vikuna í eitt heilt ár ímillum Suðuroynna og Havnina um, segði Henrik Old.
Hann vísti somuleiðis á, at enn er onki hent hesum viðvíkjandi, hóast tríggir mánaðir skjótt eru farnir av árinum nú.
Henrik Old vildi tí hava av vit frá landsstýrismanninum, nær vit kunnu vænta, at túratalið á suðuroyarleiðini verður hækkað, soleiðis sum løgtingið hevur samykt.
Hann segði, at av tí at ein heilur ársfjórðingur nú er farin, uttan at nakað er hent, skuldu hesar báðar eyka milliónirnar til suðuroyarsiglingina, rokkið til meir enn tveir túrar afturat um vikuna, tað, sum eftir er av árinum.
Hann vildi eisini hava at vita, nær ein nýggj ferðaætlan er væntandi.
Alt kemur ísenn
Finnbogi Arge segði, at túratalið á á suðuroyarleiðini verður økt tá ið tann nýgja ferðaætlanin kemur í gildi.
Hann segði, at vinnumálastýrið væntaði eitt upskot til ferðaætlan frá strandferðsluni 1. apríl.
Síðani skal uppskotið viðgerast í vinnumálastýrinum.
Men hann roknaði ikki við at ferðaætlanin verður liðugt fyrrenn aftaná hálvan mai.
Hann legði afturat, at hann hevði fingið at vita frá Strandferðsluni, at ætlanin er at leggja øðrvísi til rælttis hereftir, so at ferðaætlanin framyvir verður liðug munandi fyrr enn nú.
Henrik Old meinti, at kemur ferðaætlanin í mai, er tað kortini eitt stórt framstig, tí vanliga hon ikki fyrrenn langt út í juni mánaða- og so er tað vanligt, at fleiri broytingar koma afturat.
Ein túrur á Vág
Finnbogi Arge vissaði Henrik Old um, at øll upphæddin skal koma suðuroyarsiglingini til góðar.
Tess seinni túratalið verður økt, tess meiri verður tað økt, segði hann.
Hann segði, at mett varð, at tað var óheppið at seta eina fyribils ferðaætlan í gildið, tí so skuldi hon aftur broytast, tá ið endaliga ferðaætlanin kom.
Tað einasta, hann kundi siga um komandi ferðaætlan er, at Smyril fer at taka siglingina upp á Vág uppaftur og at ein túrur verður í sambandi við Norrønu.
Tvs, at ein túrur verður suður av Havnini mánamorgun.
Annars helt hann, at tað mest rímiliga var, at suðuroyingar fingu tveir túrar aftur og fram hvønn einasta dag.
Ein háðan
Jóannes Eidesgaard skilti ikki, hví ferðaætlanin fyri summarið ikki kundi koma fyrrenn í mai, samstundis sum landsstýrismaðurin í allar aðrar mátar skuldi føra seg fram sum so avbera effektivan við cost benefit - lýsingum og hvørt av sínum, ikki minst í sambandi við samferðslu. Hann vísti á, at tá ið ferðaætlanin var so sein, gav tað ferðavinnuni ongar møguleikar at leggja til rættis.
Hann helt eisini, at tá ið løgtingið nú hevði játtað tvær milliónir til suðuroyarsiglingina, er tað ein háðan ímóti løgtingsins vilja, tá ið Finnbogi Arge og Strandferðslan alment boða frá, at teir seta tað í verk tá ið teir eru til reiðar at gera tað.
? Eg haldi, at teir skuldu tikið løgtingsins vilja fyri tað, sum hann var og økt túratalið á suðuroyarsiglingini beinanvegin, segði Jóannes Eidesgaard.
Finnbogi Arge segði, at ein orsøk til, at hetta ikki varð sett í verk kann verða, at siglingin eisini krevur at busskoyring o.a verður samskipað.










