Hvar og hvussu heldur tú nýggjár í ár?
- Eg haldi nýggjár heima hjá okkum í Hirtshals saman við manni og børnum, systir míni, manni hennara og børnum og so pápa mínum. Vit fara at eta ein góðan bita og hugna okkum saman. Umleið ein hálvan tíma fyri midnátt fara vit út at skjóta fýrverk.
Tað sigur Jeanne Leosdóttir Holm.
Hvør var størsta hendingin - upplivingin - hjá tær í 2020?
- Størsta hendingin hjá mær í 2020 var í mai mánaði, tá yngsti sonur mín bleiv liðugur við sína viðgerð fyri leukemi.
Og hvat var tað keðiligasta í 2020?
- Tað keðiligasta í 2020 var helst, at elsta dóttir mín og eg fingu korona. Og so sjálvandi tað allar keðiligasta, at korona-farsóttin nakrantíð kom.
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2021?
- Eg hopi, at korona verður burtur, og at vit kunnu fáa eitt rímiliga normalt lív aftur.
Gevur tú eitt nýggjáarslyfti?
- Ja, eg gevi altíð nýggjárslyfti, men um tey halda, er ein onnur søga, sigur Jeanne Leosdóttir Holm í Hirtshals.