Keypir tú jólagávur?
- Eg keypi onkra jólagávu saman við konuni, men tær flestu tekur hon sær av. Jólagávan til hana gevur ofta høvuðbrýggj. Okkurt árið hava vit avtalað, at vit ikki skulu keypa til hvønn annan, men tá havi eg altíð snýtt og keypt okkurt kortini. Onkuntíð, tá vit ikki áttu so nógv, keyptu vit okkurt til húsini, og tað var so gávan frá okkum til okkara.
Edmund Williamson heldur tað ikki vera so lætt at keypa longur, tí nú er so nógv roynt gjøgnum árini. - Eg havi keypt smúkkur, panniband, sjall, frakka (sum var alt ov lítil) og tílíkt. Kanska gevi eg henni hesaferð bara eitt persónligt 10-túrakort við mær :)
Hvar heldur tú jól í ár, og hvussu verða jólini hildin?
- Í ár halda vit jól heima hjá okkum í Lamba. Yngra dóttirin kemur við manni og soni. Helst koma systirsynir konuna eisini. Eftirsum hin yngsti, William abbasonurin, er fimm ár, vænta vit jólamannin á vitjan eisini. Spurningurin er bara, um abbin ella pápin er úti í garasjuni eitt ørindi júst ta løtuna. Annars verður tað dunna, rísingreytur og alskyns góðgæti.
Edmund Williamson sigur, at 2. jóladag fara hann og konan niður til Álaborg, sum hann tekur til, at verða hjá eldru dóttrini. - Har eru tvíburar, ið skjótt verða trý ár, og teir mugu vit eisini heilsa upp á millum jólanna. Væntandi gera vit eitt sindur burtur úr har eisini.
Hvat er tað besta, sum er hent í 2019?
- Tað er ilt at taka dagar ímillum, men hetta er so fyrsta árið, síðan eg var 12 ára gamal, at eg ikki havi roykt millum tjúgu og tretivu sigarettir um dagin, og ógvusligi hostin er horvin. Eg gerist eisini glaður, tá eg hoyri fólk syngja sangir, har eg havi skrivað tekst. Har eru fleiri komnir seinastu árini, sigur hann.
Og hvat er tað keðiligasta?
- Tað keðiligasta er so avleiðingin av tí góða, at vektin er farin góð 15 kilo upp, og at eg varð raktur av tunglyndi í vár.
Edmund Williamson sigur, at í heyst kom brádliga hol á blindtarmin, og hann varð í skundi tikin og burturbeindur. - Hetta var eisini eitt sindur strævið at fara ígjøgnum, leggur hann aftrat.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Jól fyri meg eru fyrst og fremst áminning um, at frelsarin varð borin í henda heim. Jólini eru eisini høvi at hoyra nógvan góðan tónleik á konsertum og tiltøkum og ikki minst á arbeiðsplássinum, har nógv dugnalig fólk syngja og spæla. Og at enda eru jólini familjuhøgtíðin yvir allar, sigur Edmund Williamson.