Tað kavar av møkum í Klaksvík

Rúni Gaardbo hevur fyei løru síðarni bríkslað fyri fyrstu ferð í dystinum millum KÍ og EB/Streymur

Tað eru ikki bestu líkindi at spæla fótbólt í Klaksvík, har Rúni Gaardbo bríkslaði fyri fyrstu ferð fyri lítlari løtu síðani.

Í gjár og eisini í dag hava klaksvíkingar lagt nógv fyri í royndini at rudda vøllin, sum í vikuni hevur ligið undir tjúkkum kava.

Inntil fyri einum hálvum tíma síðani var tað klárt, vøllurin grønur og sólin skein oman og niðan. Dygst undan dystarbyrjan fór tað at kava, og fyrstu fimm minuttirnar av dystinum hevur tað kavað av møkum. Enn er kortini eingin vandi fyri, at dysturin verður avblástur, tí strikurnar á vøllinum síggjast heilt væl.

Fyrstu minuttirnar hevur KÍ verið greitt omaná, og heimamenninir hava longu havt tveir heilt stórar málmøguleikar.

 

KÍ – EB/Streymur

Dómari: Rúni Gaardbo

KÍ: Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Heini Vatnsdal, Jesper Brinck, Lars Daniel Bjørkman – Árni Frederiksberg, Jákup B. Andreasen, Ivar Sollie Rønning, Boris Dosljak – Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð

EB/Streymur: Rói Zachariasen – Petur Zachariasen, Árni G. Olsen, Mikkjal Hellisá, Ári Arge – Elias Moustage, Ragnar Danielsen – Ronnie Møller-Iversen, Hjalti K. Djurhuus, Símun Sólheim – Gutti Dahl-Olsen