Eftir at tað hevur verið bæði kalt, og nógvur kavi í fleiri dagar, er tað nú farið rættiliga at toya, samstundis sum at tað hevur regnað rættiliga illa.
Tað hevur økt munandi um vandan fyri áarlopi, og Landsverk árarar nú bilførarar um at vísa varsemi, tá ið koyrt verður.
Onkrastaðni er tað lopið á vegin í nátt, og Løgreglan sigur, at tey á Landsverki máttu til verka at rudda vegirnar.
Løgreglan sigur, at mitt í nátt ringdu bilførarar til løgregluna at boðað frá, at tað vr lopið á vegin í kollafjarðardali, einar 300 metrar innan fyri Effostøðina og í nátt leyp eisini á Skipanesi. Í báðum førum fekk Landsverk boð um tað og fór á staðið við maskinum at rudda vegirnar.










