Tað kann vera at tey ræðast okkum eitt sindur

Kanska vinna vit okkara fyrsta sigur, longu áðrenn vit eru komin á ting, sigur Arnfinn á Birtuni, valevni fyri Framtakið fyri rættin at velja kannabis

 

Hetta er kanska eitt tekin um, at tey ræðast okkum eitt sindur. Tað sigur Arfinn á Birtuni, sum er valevni til Løgtingið fyri Framtakið fyri rættin at velja kannabis, ella Framtakið, sum flokkurin eitur á mannamunni. Og tað, hann sipar til, er at Jenis av Rana legði uppskot fyri Løgtingið í gjár um at geva sjúklingum við ávísum sjúkum, nógv betri rætt til at fáa viðger við heilivági við Kannabis.

 

Seinasta freist at leggja uppskot fyri Løgtingið fyri summarfrítíðina, er farin, so fyri at kunna leggja uppskot fram nú, krevst at 17 løgtingslimir skriva undir upp á, at tað kann leggjast fram. Og tað hava teir gjørt, so nú fer Løgtingið hevur Løgtingið enn eina ferð kannabis á skránni.

 

 

Les eisini: Nýggj vón fyri føroyskar sjúklingar ið vilja hava viðgerð við kannabis

 

 

Framtaki stillar upp til løgtingsval við einum endamáli og tað er at geva sjúklingum rætt til at fáa viðgerð við kannabis. Og tá ið eitt uppskot verður lagt fram um tað nú, kann tað fatast sum ein roynd at leggja Framtakinum fótonglar í vegin. Men tað órógvar ikki Arnfinn á Birtuni, tí hann heldur, at tað er fínt, at uppskotið verður lagt fram nú.

 

At 17 tingfólk skriva undir upp á at leggja uppskotið fram nú, kann vera eitt tekin um, at tey ræðast okkum eitt sindur, sigur hann. Og verður tað samtykt, hava vit vunnið okkara fyrsta, politiska sigur, longu áðrenn vit eru komin á ting, leggur hann afturat.

 

Men hann heldur, at hetta ger einki fortreð fyri Framtakið, og tey halda fram við royndini at fáa umboð á ting. Hann heldur, at tað, sum fer fram í Løgtinginum í sambandi við kannabis og hassj, er nakað hálvhjartað, umframt at tað ber brá av ókunnleika, tí hetta vísir, at politikarar vita ikki, hvat teir tosa um.

 

Hann sigur, at politikarar bera seg at sum um at vit hava eina umfatandi, samskipaða sølu í Føroyum, har onkur ovast á tindunum situr og skúmar róman. Men tað hava vit ikki, tí tað, vit hava í Føroyum, er heldur eitt netverk av brúkarum, sigur hann. Men ansa vit ikki eftir, verður rúsevnamarknaðurin skipaður, og so eru eru vit illa farin, leggur hann afturat.

 

– Tí er okkara endamál at politikarar skulu ikki hugsa um hassj og kannabis sum ein kriminellan trupulleika, har brúkarar skulu revsast. Vit skulu hugsa um tað sum ein trupulleika fyri fólkaheilsuna, har brúkarar skulu hjálpast.

 

Harafturat kemur, at danska royndarskipanin, sum ætlanin er at seta í verk, er rættiliga avmarkandi. Eitt kunnu børn við epilepsi ikki fáa kannabis. Tí vilja vit vilja hava, at teir sjúklingar, sum vilja, skulu fáa rætt til kannabis, og har tey eisini skulu hava loyvi til at dyrka kannabis til egna nýtslu, sigur Arnfinn á Birtuni.