Tað verður ikki í bræði, at vit heilt sleppa av við koronasmittuna.
Tað heldur Kåre Mølbak, fakligur stjóri á Statens Seruminstitut í Danmark.
Á tíðindafundi í Danmark í morgun segði hann, at tað er ikki óhugsandi, at tað fer at taka eitt ár, áðrenn koronasmittan er endaliga niðurbard.
Hann sigur, at vit skulu vænta, at talið á smittaðum fer at veksa hesar næstu vikurnar, og mánaðirnar, men at at tað so ferð at fjarða burtur ímóti sumri.
Men tað er heldur ikki óhugsandi, at ein nýggj bylgja fer at taka seg upp aftur í heyst. Men hann væntar eisini, at tekur ein bylgja seg upp aftur í heyst, verður tað verri enn so líka ringt sum tað verður nú í vár.
Men sum heild er tað ikki óhugsandi, at tað tekur eitt ár at niðurberja smittuna heilt, sigur hann
Men Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri í Danmark, sigur, at skuldi tað hent, at vit fáa eina bylgju afturat í heyst, verða vit nógv betri fyri at taka ímóti smittuni, tí tá vita granskarar og læknar eisini nógv meiri um hana.