Tað kann Ísrael ikki

Ísraelskir og aðrir vápnaserfrøðingar avsanna, at Ísrael hevur kavbátar, sum kunnu skjóta kjarnorkuløddar rakettir.

Tað var amerikanska blaðið Los Angeles Times, sum bar tíðindini um, at Ísrael hevur broytt sínar amerikonsku rakettir av slagnum Harpoon, so teir kunnu løða tær við kjarnorkuvápnum og skjóta tær upp frá kavbátum. Blaðið segði seg hava fingið tíðindini frá amerikonskum embætismonnum, og ein ísraelskur embætismaður váttaði tey eisini fyri blaðnum. Men serfrøðingar halda ikki, at tíðindini eru sonn. Teir siga, at Harpoon-rakettirnar eru ov smáar til at bera eina kjarnorkuløðing.

Ísrael hevur ongantíð viljað vátta, at landið hevur kjarnorkuvápn, men síðani 1969 hevur tað verið tann vanliga uppfatanin, at landið hevur kjarnorkuvápn. Serfrøðingar halda, at ísraelska verjan hevur einar 200 kjarnorkuløðingar.