Tað kann skjótt blíva galið hjá útróðrinum

?Vit hava mist ein helvtina av hýsuni, sigur Meginfelag Útróðrarmanna

?Heldur hendan gongdin fram, verður tað skjótt galið hjá útróðrarflotanum.

Chris Jan Michelsen, formaður í Meginfelag sigur, at úróðrarmenn stúra fyri gongdini.

Tað serliga er gongdin í fiskiskapinum, sum órógvar teir almikið.

Meginfelagið hevur seinastu tíðina kannað hagtølini yvir fiskiskapin undir Føroyum nú í nølur ár.

? Tølini vísa okkum, at síðani 1985, hevur útróðrarflotin mist næstan helvtina av hýsufiskiskapinum undir Føroyum.

? Tá ið fiskiskapur skal gerast upp, hevur tað sjálvandi stóran týdning, hvussu nógv ein hevur fiskað.

? Men tað hevur eisini heilt stóran týdning, hvussu nógv verður fiskað av ymsum fiskasløgum.

Formaðurin í Meginfelagnum sigur, at inntil fyri 10-15 árum síðani, fiskaðu útróðrarflotin umleið helvtina av hýsuni, sum varð fingin undir Føroyum um árið.

? Men síðani er okkara partur av hýsuni bara minkaður og minkaður.

? Og nú fáa vit ikki meiri enn eini 27% av hýsuni.

? Sostatt hava vit mist næstan helvtina av hýsuni hesi seinastu árini, sigur Chris Jan Michelsen.

? Og tey nýggjastu fyribilstølini benda á, at støðan er versnað enn meiri í seinastuni.

Hann sigur, at sostatt er fiskiskapurin hjá útróðrarflotanum munandi broyttur seinastu árini.

Men, hvussu ber tað so til, at útróðurin hevur mist helvtina av hýsufiskiskapinum.

? Tað er tí, at kappingin un leiðirnar, har hýsan heldur til, er munandi harnað seinastu árini.

Hýsan heldur til á sjey til 12 fjórðingum, har botnurin broytist frá at verða bleytur botnur til at verða harður botnur.

? Og har eru so nógvir aðrir bátar komnir, at tað verða útróðrarbátarnir, við teirri klænri línu, sum mugu dvína.

? Hinvegin er parturin hjá línuskipunum av hýsuni munandi vaksin seinastu árini.

Chris Jan Michelsen sigur, at línuskipini hava ikki fiskað meiri enn gott 10% av hýsuni undir Føroyum, men nú er hann komin upp á næstan 50%.


Kann enda galið

Formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanni sigur, at útróðrarflotin tí er nógv meiri heftur av toskafiskiskapinum nú, enn hann hevur verið.

?Men tað merkir so aftur, at svíkur toskurin, kann tað skjótt verða ein galin endi hjá útróðrarflotanum.

? Og tað verður bara, tá ið toskurin stendur nær landi, at útróðurin kann vænta sær framgongd í fiskiskapi.

Chris Jan Michelsen sigur, at útróðurin hevur verið út av lagi vánaligur í summar.

? Og tað er nógv sum bendir á, at tað verður smáligt við toski í vetur. Tí árgangirnir, sum eru á veg, koma helst ikki í fiskiskapin enn og tað er lítið til av stórum toski.

Formaðurin sigur, at Meginfelagið hevur gjørt politikararnar varugar við støðuna og, hvussu gongdin hevur verið seinastu árini.

Men felagið fer eisini at fáa neyvari tilfar til vega at vita, um hendan gongdin í hýsufiskiskapinum er tann sama hjá útróðrarbátum kring alt landið, ella um minkingin er ójavnt býtt.

So fyribils vil hann ikki siga, hvat tilmælið hjá Meginfelagnum verður.