Kaj Leo viðgongur alment, at hann er ES tilhangari og heldur, at vit kunnu hava okkara serføroyska og samstundis tilevna okkum ES lóggávuna. Eisini heldur hann at vinnan ikki kann liva við ? loysnum tá talan er um ES, og at vit sum borgarar eiga at taka ábyrgd mótvegis Evropa. At enda heitir hann á føroyingar um at vera við í einum frælsum Evropa.
Læt meg fyrst siga, at eg haldi at tað er í fínasta lagi, at vit taka eitt aðalkjak um ES í tinginum og fyri tann skuld millum føroyingar allar. Eg eri tó ikki vísur í hví málið um ES verður tikið fram beint nú, og hví frælsi verður drigið uppí hetta kjak.
Her í seinastuni havi eg víst á, at tað er av sera stórum týdningi, at vit føroyingar taka ábyrgd ? ikki bara mótvegis sær sjálvum ? men mótvegis heiminum og fyri tann skuld eisini Evropa. Eg skilji bara ikki, hvussu mann kann tosa um at taka ábyrgd mótvegis øðrum ? og Evropa, tá ein ikki er førur fyri at taka ábyrgd av sær sjálvum. At gjalda alheims ábyrgd við danskari heildaveiting ? hangur ikki saman.
Nú veit eg at Kaj Leo er ein av teimum, sum vil klára seg sjálvan og setur sjálvsvirðingina høgt, men onkustaðni lekur millum teori og praksis.
Eitt annað er so, at eg ikki eri tilhangari av ES limaskapi.. Eg havi heilt einfalt enn ongantíð sæð, at tað - í vinnuligum samanhangi - er ein fyrimunur fyri okkum føroyingum at vera limur í ES-felagsskapinum. Tað eru vansarnir alt ov stóri til. Ein eigur ikki at fyrigykla sær, at limaskapur í ES er ókeypis og uttan ábyrgd, á sama hátt sum heildarveitingsríkisfelagsskapurin hjá Sam-bandsflokkinum.
Tað verður ongantíð frælsi, vit fara at finna í ES ? limaskapurin fer at krevja, at vit læta føroysk ræðisrættindi frá okkum ? hetta er sjálvur hornasteinurin undir ES hugtakinum. Ræðisrættindi er altavgerandi fyri eitt fiskivinnuland sum Føroyar. Kemur ES-limaskapur einaferð í fram-tíðini uppá tal, verður hetta bert tí, at vit við handilsligum forðingum vera trýstir inn ? ávirkan fáa vit ongan-tíð ? tað hava vit føroyingar bara ikki stødd til í hansum selskapinum.
Læt ongan iva vera um, at vit føroyingar fáa nógv størri ávirkan á ES og á Evropamenningina við at vera uttanfyri ES enn innanfyri.
Vit eiga tó at tillaga lóggávu okkara eftir evrope-iskum sniði, soleiðis at hendan sampakkar við lóggávuna í ES. Vit eiga eisini at luttaka í menningini av Evropa og serliga við atliti til eysturevropeisku londunum. Hetta kann gerast við menningarhjálp sum føroyngar lata londunum gjøgnum verkætlanum, ráðgeving og fyri tann skuld við reiðum peningi (men okkara ega peningi).
Sum tað nú stendur, kunnu føroyingar stuðla ES-felagsskapinum best og fáa stórstu ávirkanina við at við at vera uttanfyri.
Alla staðni har ES hevur fingið ræðisrættindi á náttúrríkidømi, hevur tað eydnast miðstýrinum í Brussel? við avlagaðum skrivarborðshugburi um burðardygga veiðu - at tína alt lív
Alt ílagi at vit kjakas um ES í Føroyum ? men hetta eigur ikki at snúgva seg um limaskap. Slíkur boðskapur kann skaða okkum í sáttmálasamráðingum við ES í framtíðini.
Læt okkum tilevna lóggávur innan neyðug økir eftir Evropeiskum leisti. Læt okkum vísa ábyrgd og luttaka í menningini av Evropa. Læt okkum menna samstarvi við ES á øllum økjum og gera hetta sum skjótast.
Limaskapur eigur ikki at vera aðalmáli í kjakinum, tí soleiðis sum málið nú stendur, er tað bert fyrimunur - at vera uttanfyri. Hvat ES kann bjóða okkum fyri limaskapin í núverandi støði, er tað ongin sum veit ? heldur ikki Kaj Leo. Við vissu kann eisini sigast, at vit heldur ikka aftaná eitt orðaskifti vita hvat ES-limaskapur kann bjóða okkum. vit koma heldur ikki
Eitt óheppi kjak kann hinvegin geva ES eina fatan hvar vit standa, og gera okkum veikari í møguligum samráðingum við felagsskapin um samstarvsavtalur.
Neyvan nakrantíð verður tað ein fyrimunur hjá okkum føroyingum at vera limur í ES. Skuldi tað hent, eri eg sannførdur um, at hetta ikki er tí, at vit frælsir hava valt hetta, men tí at vit eru trýstir til tað.










