Finnur Helmsdal, Vesturi á Flat
Veit ikki, hvussu innføddu hoyvíkingunum dáma tað, men um okkum sum hava bygt í hoyvíkshaganum, Á Flat, Millum Gilja o.s.fr., verður sagt, at vit búgva í Hoyvík. Vit skulu, eins og flestu onnur til arbeiðis hvønn morgun og okkara børn skulu í skúla. Skúlarnir, sum børnini skulu í eru Hoyvíkar Skúli, Studentaskúlin ella Eysturskúlin. Í fleiri húsum skulu børnini í tveir ella kanska allar tríggjar skúlarnar. Tí er Mannbrekka ein avgerandi høvuðsár, ein sambindingarliður, ið vit ikki kunnu vera fyri uttan. Eisini hjá teimum, sum bert hava børn í Hoyvíkar Skúla, og sum skulu til arbeiðis, tá hesi eru sett av.
Trupulleikin við Mannbrekku er bara tann, at hon verður ikki saltað, tá hálka og kavi er. Tá tað er kalt og hált, er ein falt ikki koyrandi oman eftir Mannbrekku, líka mikið um bilurin er væl skøddur. Tí mugu nógv hoyvíksfólk koyra Vegin Langa á tamb og so oman eftir Hvítanesvegnum frá rundkoyringini undir Føroya Tele.
Havi spurt viðkomandi fólk hjá Tórshavnar kommunu, hví Mannbrekka ikki verður saltað, og svara hesi stutt og greitt: Mannbrekka skal ikki saltast, tí har skulu børnini skreiða. Jú, setningurin, tú júst hevur lisið ljóðar: Mannbrekka skal ikki saltast, tí børnini skulu skreiða har. Fór til stuttleika runt í Havnini og royndi at hyggja eftir skreiðimøguleikum hjá børnum. Fann einki stað, sum var meira vandamikið at skreiða á enn Mannbrekku.
Eru tit í kommununi blivnir í ørviti, ella...?








