- Tað var hjartanemandi at sita saman við hesum monnum, sum knappan mánað frammanundan høvdu sæð deyðan beinleiðis í eyguni, segði Jan Højgaard. Mynd: Birgir W. Høgnesen

Tá Kambur sakk: Ber illa til at lýsa sorgina við orðum

- Fáur mundi duga at ímynda sær, at tveir av okkara royndastu monnum blivu tiknir frá okkum henda dagin - menn, sum dugdu sítt yrki til lítar

 

- Tað var hjartanemandi at sita saman við hesum monnum, sum knappan mánað frammanundan høvdu sæð deyðan beinleiðis í eyguni, segði Jan Højgaard. Mynd: Birgir W. Høgnesen

Á landsfundinum hjá Føroya Fiskimannafelag í dag umrøddi felagsformaðurin, Jan Højgaard, eisini syrgiligu hendingina, tá frystilínuskipið Kambur sakk sunnanfyri Føroyar. Tá landsfundurin byrjar, er siður, at alt fundarfólkið reisir seg og minnist teir sjómenn, sum eru farnir í árinum. 

 

- Hetta árið - 2024 - fara vit at minnast mest fyri, at Kambur forlisti, og tveir mans komu ikki aftur. Hetta ávirkaði okkum øll sera nógv. Ein syndarlig vannlukka. Tær samrøður, sum vóru við manning og avvarðandi aftaná, kundu ikki annað enn røra ein.

 

Felagsformaðurin vísti á, at sorgin var stór – so stór, at tað ber ikki til lýsa hana í orðum.

 

- Fáur mundi duga at ímynda sær, at tveir av okkara royndastu monnum blivu tiknir frá okkum henda dagin. Menn, sum dugdu sítt yrki til lítar. Men, lagnan spurdi ikki eftir hesum. Tí sita avvarðandi í dag við stórari sorg og royna at finna svar og royna at koma víðari.

 

Men, hetta er tungt, og sorgin vil ikki sleppa.

 

- Vit hugsa um tykkum, og tað gera mong við okkum. Tað kundi eisini gingið nógv verri, tí teir av manningini, ið vóru á brúnni, vóru illa staddir, og tann eini stóð har frammi einsamallur og helt sær í tímar. Gott at vit fingu tykkum aftur.

 

Jan Højgaard vísti á, at henda morgunin - hin 6. feburar - hoyrdist, at Kambur hevði sent út neyðarkall, og tær fyrstu útmeldingarnar frá løgreglu og kringvarpinum vóru ringar at tulka, men seinri gjørdist greitt, at støðan var álvarsom. 

 

- Fiskimannafelagið royndi beinanvegin at fáa fatur á manningarlistanum fyri at kunna hjálpa manningini, men teir myndugleikar, sum høvdu manningarlistan, vildu ikki geva okkum hann.

 

Hann segði, at tey í reiðarínum vóru illa skelkað, og ikki bar til at fáa samband við tey beinanvegin.

 

- Men, tá samband kom seinni á degnum, var arbeiðið væl samskipað, soleiðis at vit løgdu dent á, at manningin kundi fáa sálarhjálp. Síðan skuldu vit víðari í hesum syrgiliga máli við tryggingum, sjórætti og øllum tí, sum stendst av slíkum hendingum.

 

Eisini var skipað fyri minningarhaldum. 

 

- Hin 11. mars tók Fiskimannafelagið stig til at samla alla manningina – bæði limir og ikki limir - á Velbstað. Tað var hjartanemandi at sita saman við hesum megnarmonnum, sum knappan mánað frammanundan høvdu sæð deyðan beinleiðis í eyguni.

 

Menn, ið høvdu mist sínar skipsfelagar, vinir og skyldfólk í einari syrgiligari vanlukku. 

 

- Vit fingu prátað saman, hugnaðu okkum og høvdu eitt gott kvøld eftir umstøðunum - eftir stóra skelkin, sum hevði rakt manningina. Okkara tankar eru hjá tykkum - manningini - og øllum øðrum, sum eisini mistu hendan lagnudagin, segði Jan Højgaard á landsfundinum í dag.

 

Á hesari leinkju síggjast myndir frá landsfundinum - https://www.in.fo/news-detail/myndir-fiskimannafelagid-hevur-landsfund

 

##med2##

 

 

 

- Tað var hjartanemandi at sita saman við hesum monnum, sum knappan mánað frammanundan høvdu sæð deyðan beinleiðis í eyguni, segði Jan Højgaard. Mynd: Birgir W. Høgnesen