SKÁLAVÍK á kirkjusøguliga verðinskortinum.
Soleiðis hugleiðiar tann søgufróði Virgar Dalsgaard á Facebook um eina sera áhugaverda søgu um kenda danska prestin, Kaj Munk, sum vitjaði í Føroyum í 1928. Kaj Munk var likvideraður av týskarum 4. januar í 1944 við Hørbylunde Bakke nærindis Silkeborg. Hann var prestur og dramatikari.
Virgar Dalsgaard hugleiðis soleiðis:
»Sjálvt um eg fleiri ferðir havi skrivað um hansara dramatisku søgu, fari eg at siga heilt stutt fra eini rættiliga ókendari ferð, har hann næstan incognito var í Føroyum og stórt sæð bara vitjaði í Sandoynni.
Orsøkin var tann, at studentavinmaður hansara, Aagaard, var blivin prestur í Todnesi á Sandi, og hann hevði fleiri ferðir boðið Kaj til Føroya at vitja.
Í februar 1928 tók hann av og fór sera anonymt umborð á ferðaskipið í Kjøpinhavn, kom sera diskret til Havnar og uttan nakran háva umborð á bátin til Skopunar, har Aagaard heimtaði hann
Ein dag skal Aagaard til Skálavíkar at prædika og býður Kaj við eystur um land..
Hvussu teir hava tingast á leiðini er óvist, men tá ið bilsnir skálvíkingar eru komnir í kirkju sunnudagin 26. februar, er tað ein heilt ókendur prestur, sum hevur guðstænastu.
Tað er Kaj Munk, sum fer uppá prædikustólin og heldur eina prædiku, sum seint bleiv gloymd av forfardum skálvíkingum.
Munk hevði jú dramatiskt talent, so hann bar seg meira at sum ein ógvisliga veipandi sjónleikari á prædikustólinum enn sum skikkiligur og hábærsligur prestur.
Nógv av bygdarfólkunum vóru málleys.
Serliga nøkur av teimum eldru vóru djúpt forargaði, meðan fleiri av teimum yngru hildu Kaj vera sera undirhaldandi.
Men Kaj Munk var seinni inni á gólvinum á Mølini hjá abba og ommu mínari, og tey hildu.hann vera ein spennandi, gemytligan og hugnaligan mann.
Stutt eftir fór Munk aftur til Havnar og púra diskret umborð á ferðaskipið til Danmarkar, so stórt sæð eingin varnaðist, at ein rabiatur politiskur debattørur og eitt komandi stórt dramaskald hevði verið í SKÁLAVÍK.
Kaj Munk var eisini vinmaður við ein annan prest, sum æt Blicher Winther.
Tá ið Aagaard for aftur til Danmarkar, søkti Blicher embætið á Sandi. Hann fekk tað og bleiv har fyri livið.
Hann er ti grivin á Sandi.
Kaj Munk dugdi ótrúliga væl at instruera og dramatisera alt sítt lív og endaði eisini sínar dagar sum martýrur tann 4. januar 1944, har hann bleiv heintaður av Gestapo og skotin.«











