Tað kókar í KÍ leguni

Klaksvíkingar reistu seg tríggjar ferðir, áðrenn tað eydnaðist teimum at endurvinna fýra stiga leiðsluna og harvið stóru FM vónina, og B68 og AB hava kós ímóti niðurflyting

Stóru próvtøkuna í Gundadali í dag megnaðu klaksvíkingar. Eftir tætta uppgerð og stóran intensitet, har tað vóru nærdystirnir, ið vóru meiri avgerandi enn vakurt fótbóltsspæl, vann KÍ 3-2 ímóti HB. Dystargongdin vísti, at hugburðurin og fysikkurin eru góð hjá toppliðnum. HB var frammanfyri bæði 1-0 og 2-1, men gestirnir svaraðu aftur og reistu seg so dyggiliga.

Súni Olsen varð skiftur inn miðskeiðis í seinna hálvleiki, og tað vísti seg at vera skilagóð avgerð. Hann átti hornasparkið úr vinstru, sum HB liðformaðurin Jóhan Troest Davidsen var so óheppin at stýra í málið til 2-2, og Súni Olsen átti sigursmálið, tá ið hann úr 23 metrum sendi bóltin upp um manngarðin og í HB málið.

Næsta vikuskifti verður sjómannadagur í Klaksvík, og tá verður møguleiki hjá mongu fótbóltshugaðu klaksvíkingunum og norðoyingum - teir sum búgva har norðuri og allir teir sum fara at vitja á sjómannadøgunum - at síggja FM favorittarnar spæla á heimavølli ímóti TB.

 

KÍ sigurin ber við sær, at KÍ aftur er fýra stig frammanfyri Víking, sum fríggjakvøldið vann 3-1 í Fuglafirði, og fimm stig frammanfyri NSÍ, sum vann 2-0 á Skála, har Klæmint A. Olsen staðfesti sigurin og harvið syrgdi fyri, at miðaltalið heldur. Hann hevur nú skorað tjúgu mál í tjúgu dystum!

 

B36 vann 1-0 á Svangaskarði, har Lukasz Cieslewicz, sum í dag var fremsti maður, skoraði einsamalla málið longu í fyrra hálvleiki.

HB tapið í Gundadali og B36 sigurin á Svangaskarði bera við sær, at B36 nú er á fjórða plássinum, sum ber europeiska luttøku við sær.

 

Alt talar fyri, at B68 er á veg niður í næstbestu deildina, og tað er nógv, sum bendir á, at tað er torført hjá AB at sleppa burtur úr niðurflytingar siropinum.

Í dag tapti AB 2-1 á útivølli ímóti TB, sum við sigrinum mest sum hevur tryggjað sær pláss í bestu deildini næsta kappingarár. Tað eru ellivu stig frá TB og aftur til AB.

Um eina viku fær AB vitjan av B68.

 

ÍF-Víkingur 1-3 (0-2)

0-1: Sorin Anghel 4.

0-2: Erling Jacobsen br 17.

0-3: Philip Djordjevic 82.

1-3: Dánjal á Lakjuni 85.

 

B68-B36 0-1 (0-1)

0-1: Lukasz Cieslewicz 25.

 

Skála-NSÍ 0-2 (0-0)

0-1: Betuel Hansen 71.

0-2: Klæmint A. Olsen br 87.

 

HB-KÍ 2-3 (1-1)

1-0: Rókur av Fløtum Jespersen 5.

1-1: Jóannes Bjartalíð br 25.

2-1: Ari Mohr Olsen 61.

2-2: Sjálvmál 80.

2-3: Súni Olsen 87.

 

TB-AB 2-1 (2-1)

1-0: Salmundur Bech 18.

1-1: Símin Hansen 24.

2-1: Albert Adu 30.

 

Støðan eftir 20 umfør

KÍ 47

Víkingur 43

NSÍ 42

B36 35

HB 34

ÍF 25

TB 20

Skála 17

AB 9

B68 7

 

21. umfar

Sunnudagin 21. august

KÍ-TB

Víkingur-Skála

NSÍ-HB

B36-ÍF

AB-B68