Tað kókaði í Vágsbotni

Aftur í ár møttu nógv túsund fólk til stóra ólavsøkutiltakið hjá Rás2. Stjórin er væl nøgdur og heldur, at tað vísir, hvussu góð undirtøkan fyri útvarpsrásini er

Fleiri hildu, at tað bar ikki til at endurtaka stóru succes’ina frá ólavsøkuni í fjør, tá ið útisetin Haraldur helt røðu fyri fleiri enn 10.000 fólkum í Vágsbotni. Og summi hildu enn tá fyri, at eitt slíkt tiltak skuldi ikki endurtakast.

Men á ólavsøku í ár bjóðaði Rás2 enn eitt stórt tiltak í Vágsbotni, og tað var ikki bara líka væl umtókt, sum tiltakið í fjør. Tað var betur umtókt, tí enn fleiri fólk høvdu leitað sær at lurta eftir Frændum, Kára Cool og at síggja steypavinnararnar í Víkingi.

- Vit eru ótrúliga fegin um móttøkuna, sum vit hava fingið sum útvarpsrás. Tað eru sløk tvey ár síðani, at vit yvirtóku Rás2, og millum annað hesi ólavsøkutiltøkini vísa okkum, hvussu væl fólk hava tikið ímóti okkum, sigur Jonhard Hammer, stjóri á Rás2.

- Vit eru takksamir fyri, at Føroya besti og populerasti tónleikabólkur vildi spæla, og at Sjúrður Skaale vildi taka tann coola hattina uppá. Røðan hjá Kára Cool var helst betru enn løgmansrøðan, og Kári Cool kom við einum góðum og sterkum boðskapi, sum vit øll kunnu brúka til nakað.

- Og so er tað eisini at fegnast um, at hugskotið, konseptið, innihaldið og alt rundan um er føroyskt, sigur stjórin á Rás2.

 

Rock ‘n’ rolla andi

Frændur spældi nakrar av sínum kendastu sangum fyri teimum mongu fólkunum, sum stóðu í allar ættir kring Miðlahúsið. Kári Cool helt eina brandtalu til føroyingar og valdi Pál Joensen sum Ársins Rock ‘N’ Rollara. Og so vóru steypavinnararnir í Víkingi eisini heiðraðir á pallinum uttanfyri studio hjá Rás2.

- Eg haldi, at starvsfólkið á Rás2 livir the rock ‘n’ roll way. Tí tað ber væl til at sita á einum stórum kontóri og gremja seg um tað, sum ikki ber til. Men tað ber eisini til at leypa út í tað og gera nakað gott í røttum rock ‘n’ anda, sigur Jonhard Hammer.

- Rás2 livir bert av lýsarum og sponsorum, og tí hevði eitt slíkt tiltak als ikki latið seg gjørt uttan okkara góðu stuðlar og lýsarar, sigur Jonhard Hammer.

Hesaferð vóru Hvonn, Carlsberg, Atlantsflog og Føroya Bjór stuðlar fyri tiltakinum.

Og spurningurin er so, um tiltakið hjá Rás2 í Vágsbotni, sum samlar so stóra fjøld, er blivin traditión.

- Eg rokni við, at vit fara at finna upp á okkurt spennandi aftur næsta ár. Móttøkan av hesum tiltakinum forpliktar, og vit vilja gjarna gleða føroyingar við einum slíkum ókeypis tiltaki.

- Og hvør veit. Nú tá vit síggja, hvussu stór undirtøkan er fyri Rás2, og vit vita, at stórur partur av føroyingum lurtar eftir okkum, so kanska vit eisini fara at fáa lut í hyggjara- og lurtaragjaldinum, sum verður kravt frá fólki, sigur Jonhard Hammer.