Tað, ið illa er yrkt, verður illa kvøðið

John av Reyni, formaður, Sosialistisk Ung
----
Vit í Sosialistisk Ung gleðast yvir, at Javnaðarflokkurin tann 12. Mars 2014 á øðrum sinni legði fram uppskot um at fáa samfelagsfrøði í fólkaskúlan, soleiðis at vit kunnu fáa ein væl upplýstan ungdóm, sum kennir okkara samfelagsbygnað og okkara fólkaræði.
Tó undrast vit á, at Unga Tjóðveldið tann 13. Mars 2014 sendi út skriv við heitinum “GOTT AT JAVN­AÐARFLOKKURIN TEKUR VIÐ LÆRU!”. Í hesum skrivi leggur formaðurin Tráin P. Nónklett uppskotstillaran Rigmor Dam undir at reika runt á teirra heimasíðu(sum gjørdist virkin tíðliga í 2013) og “taka” uppskot frá teimum, fyri síðan at gera tað til sítt egna. Hetta er tó ein beinleiðis lygn sum borðreitt verður við.
Tað sigst, at summi síggja trøll á alljósum degi, og tað er júst tað, sum er farið fram í hesum føri. Ung­mannafelag Javnaðar­floksins hevur arbeitt hart og miðvíst fram ímóti at fáa samfelagsfrøði inn um fólkaskúlagátt í langa tíð, og var hetta uppskot fyri fyrstu ferð lagt fram fyri tingmanningini í byrj­anini av 2012. Nevnast kann, at hetta var áðrenn heima­síðan hjá Unga Tjóð­veld­inum gjørdist virkin.
Tó er tað ein frøi at hoyra Unga Tjóðveldið taka undir við hesum uppskoti, sum SU á fyrsta sinni legði fram fyri Javnaðarflokkinum, og sum síðan hevur verið lagt fram tvær ferðir í løgtinginum. Sosialistisk Ung gleðist um, at Javnaðarflokkurin tekur tey uppskot at sær, sum vit bera teimum, og at tey altíð eru klár til at sparra saman við okkum ungu.
Í samband við at upp­skotið er lagt fram, vilja vit fegin heita á øll tingfólkini um at taka hetta uppskot til sín og at vera við til at gera hetta til veruleika. Okk­ara ungdómur eigur at hava hesi rættindi, so møgu­leiki er fyri at fáa so góða vitan sum gjørligt um sam­felagsbygnað og fólkaræði okkara.
Við javnaðarkvøðu.