Tað hongur ikki saman

Formaðurin í Sambandsflokkinum heldur ikki, at tað ber til at taka fullveldi og varðveita vælferðarsamfelagið, soleiðis sum løgmaður sigur

- Størsti trupulleikin við nýggjársrøðuni er, at løgmaður tosar um at varðveita og menna vælferðarsamfelagið, samstundis sum hann tosar um eina fullveldisgongd. Hetta hongur als ikki saman, tí júst fullveldi er ein forðing fyri, at vit kunnu varðveita okkara vælferðarsamfelag.

Tað heldur forkvinnan í Sambandsflokkinum, Lisbeth L. Petersen.

- Løgmaður tosar um ein trygga sjálvstðrisgongd, men eg vil seta stórt spurnartekin við hendan tryggleika. Landsstýrið arbeiðir, sum um tað hevur fingið til fullveldi á eini fólkaatkvøðu. Teir hava tikið sakina í egnar hendur, og tí kann mann ivast stórliga í tryggleikanum, sigur hon.


Vilja ikki fylgjast

Lisbeth L. Petersen heldur, at talan var ikki um nakran kollveltandi boðskap í nýggjársrøðuni hjá løgmanni.

- Tað er helst ørvísi at halda røðu, tá mann skal leggja frá sær, og tá mann tekur við. Eg haldi ikki, at løgmaður kom við stórvegis nýggjum, hann var varðin, og sumt av tí, sum hann segði, skilti eg als ikki, sigur Lisbeth L. Petersen.

- Hann tosaði um, at vit skulu øll fylgjast, men skilji eg ikki. Vit vilja nevniliga ikki fylgjast við landsstýrinum, tí tað vil hava fullveldi, hóast tað fer at merkja afturgongd fyri vælferðarsamfelagið.


Samd í onkrum

Forkvinnan í Sambandsflokkinum tekur undir við onkrum av tí, sum løgmaður bar fram.

- Hann segði, at vit skulu fyrireika okkum til eina komandi oljuvinnu, og tað kunnu vit ikki verða ósamd um.

- Hann nevndi eisini, at vit skulu hjálpa øðrum fólkum og stríðast ímóti yvirgangi. Tað taki eg eisini undir við, men eg haldi bara, at landsstýrið hevur havt trupult við at vísa í verki, at føroyingar hava ein stóran vilja at hjálpa.

- Vit skulu verða við í altjóða felagsskapinum eftir førimuni, og heldur enn at tosa um at hjálpa og reypa okkum av tí, skuldu vit heldur víst størri vilja til at fáa gjørt nakað, sigur Lisbeth L. Petersen.