Tað er neyvan til frama fyri fiskiskapin, at velta botnin. Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Kári P. Højgard, løgtingsmaður, bað hann greiða frá, um tað nakrantíð er kannað, hvussu væl tað hjálpir at friða fiskileiðir, og um tað nakrantíð er kannað, hvussu nógvur fiskur er at fáa á teimum stongdu leiðunum aftur ímóti teimum leiðum, har tað er loyvt at fiska.
Hann vísir á, at tað eru nógv, sum halda, at tað einasta rætta er at fiska við troli, fyri á tann hátt at velta botnin, akkurát, sum bøur verður veltur.
Høgni Hoydal ivast í hesum. Hann vísir á, at kanningar eru gjørdar, og tær vísa, at tað er nógv meiri at fáa á leiðum, sum hava verið stongdar, enn tað er at fáa á leiðum, har tað er loyvt at fiska.
– Fyri tosk var tað yvir seks ferðir so nógvur kynsbúgvin fiskur og yvir tríggjar ferðir so nógvur óbúgvin fiskur á teimum stongdu leiðunum, ella á leiðum, har tað er loyvt at fiska.
– Fyri hýsu var tað yvir seks ferðir so nógvur kynsbúgvin fiskur og 67 prosent meira óbúgvin fiskur. Fyri upsa var tað yvir tvær ferðir so nógvur búgvin og óbúgvin fiskur á teimum stongdu leiðunum enn á teimum opnu leiðunum.
– Hesi úrslit benda á, at tað er ikki nøkur góð loysn at velta botnin, leggur landsstýrismaðurin afturat.