Bjarni Justinussen & Hanus Eliasen vóru báðir sera vælnøgdir við dygdina í fyrsta undanumfarinum. Hanus var tó eitt sindur skuffaður av at DejaVu ikki komu víðari, tí honum dámdi væl teirra tónleik:
- Eg haldi, at teirra framførsla var sera professionell. Teir vóru eitt sindur ørðvísi enn hinir, men teir vóru í harðari kapping í kvøld, og tá er kanska torført at endurtaka eina succes.
Bjarni var serstakliga imponeraður av GoGo Blues:
- GoGo Blues vóru fantastiskir! Ótrúliga væl samanspældir og dugdu sera væl at skapa stemning við teirra feita stíli.