Nýggi fótbóltsvøllurin í Hoyvík byrjar at taka skap og væntandi verður hann klárur at taka í nýtslu seinni í ár. Tey eru fleiri, sum gleða seg, og kanska serliga nærmastu grannarnir, so sum tey, ið búgva í Jørundargøtu og Torkilsgøtu.
- Tað hevur verið heilt ómetaliga strævið at búgva her, meðan teir hava bygt vøllin, sigur Eva Gudmundsen. Hon er forkvinna í eigarafelagnum Jørunda/Torkilsgøta.
Hon sigur, at grannalagið er nógv merkt av útgrevstrinum beint omanfyri.
- Teir arbeiða rættiliga nógv og byrja ofta sera tíðliga á morgni, onkuntíð longu klokkan hálvgum sjey. Harumframt kemur tað meiri enn so fyri, at teir arbeiða til um ellivutíðina og eisini nógvar leygardagar, sigur hon. Sostatt liva tey alla tíðina í skugganum av byggingini av fótbóltsvøllinum.
Í gjár var ringt veður í Hoyvík, sera nógvur vindur, og tað sæst skjótt aftur í grannalagnum. Fleiri grannar sóu ikki út gjøgnum vindeyguni, orsaka av støvi og skitti, sum blæsir frá arbeiðsplássinum.
Eva Gudmundsen sigur, at fleiri grannar høvdu lyndi at ilskast um, at alt gerst so skitið, men væntar, at tað mesta hvørvur aftur við regninum.
- Tað er keðiligt, at tað dálkar so illa, men tað er hóast alt ein stór verkætlan, sum verður gjørd, og sum vit øll fáa ágóðan av seinni. Tað nyttar ikki, fyrst at grenja um, at einki er uppi í Hoyvík og so seinni grenja um, at tað óruddar, tá okkurt verður gjørt, sigur hon.
Arbeiðið við fótbóltsvøllinum hevur tó ikki verið uttan trupulleikar. Alt økið har uppi liggur á somu hellu, og tí skapa spreingingarnar í samband við byggingina av fótbóltsvøllinum ógvusligar ristingar gjøgnum alt grannalagið. Hetta hevur eisini ført við sær skaða á hús og bygningar.
- Rivur eru komnar í fleiri garðar og veggir. Inni hjá mær eru eisini rivur komnar í fleiri gipsveggir. Tað er nokk so strævið, men tíbetur er ein trygging, sum skal dekka sovorðnar skaðar, sigur Eva Gudmundsen.
- Vit fegnast um, at ein fótbóltsvøllur verður gjørdur her uppi, tí tað manglar veruliga eitt tílíkt tilboð, men vit vóna sjálvandi, at tað verður liðugt sum skjótast, tí tað er nokk so strævið at vera grannar at einum so stórum byggiplássi, sigur Eva Gudmundsen.