Tað hevur verið brúkiligt.
Tað sigur Martin Olsen, stjóri á Sandoy Seafood.
Tað eru nú fýra vikur síðani, at Flakavirkið í Skopun læt aftur, tí at undanfarnu eigararnir ikki fingu tað at bera til.
Men tað var ikki lukkað leingi, so høvdu hjúnini, Ann-Dorith og Óli Nattestad ognað sær virkið við tí endamáli at lata tað upp aftur.
Les eisini: Keypti Sandoy Seafood fyri eina krónu
So arbeiðsfólkið gekk ikki fyri einki meiri enn í nakrar fáar dagar, so mólu maskinurnar aftur á virkinum í Skopun.
Og Martin Olsen sigur, at hesar fýra vikurnar, hava tey virkað 350 tons av fiski á virkinum, bæði tosk, hýsu og upsa, og tað heldur hann er brúkiligt.
Hann leggur afturat, at tað gevur teimum góðar vónir um, at tað fer at bera til at reka virkið víðari.
Hann sigur eisini, at hetta merkir, at arbeiðið hevur verið til eini 60 fólk, at kalla hvønn dag.
Toskurin verður lættsaltaður og hýsan og upsin verða skorin til flak og tað mesta av fiskinum keypa tey á uppboðssøluni
Annars er lítil og eingin útróður í Sandoynni so tey eru ikki rakt av tí veruleika, at ein partur av útróðrarflotanum liggur lamin tí at fiskidagarnir eru uppi.
Annars eru tey á flakavirkinum í Skopun farin í feriu nú í tvær vikur, og tey taka arbeiðið upp aftur eina viku eftir ólavsøku.











