Tað hevur størstan týdning at løgmaður stendur á odda

-Tað hevur størstan týdning, at tað er sjálvur løgmaður, sum stendur á odda fyri føroysku sendinendini, sum nú er í India, tí tað er best mátin at lata hurðar upp, sigur indari í Føroyum

Føroyskt vinnulív í India
 

 ­­ - Nú ein stór, føroysk sendinevnd er í India og ferðast, hevur tað stóran týdning, at hava eitt opið sinni.
Tað sigur Kalpana Vijayavarathan, indari, sum hevur búð í Føroyum í 15 ár og sum nú undirvísir á Handilsskúlanum.
Nú stór sendinevnd er farin úr Føroyum til India, helt Kalpana ein lítlan kunnandi fyrilestur fyri ferðalagnum um, hvat tey kunnu vænta sær á hesi longu ferðini yvir í ein heilt annan heim.
Men hon staðfestir eisini, at fara føroyingar til India við einum opnum sinni, er tað eisini stórur møguleiki fyri, at teir ikki koma tómhentir aftur.
Kortini skal ongin vænta, at føroyska sendinevndin kemur aftur við fullum ordrabókum til føroyskt vinnulív, tí so skjótt gongur tað ikki fyri seg.
- Men tað ræður um at hitta tey røttu fólkini og at knýta tey røttu sambondini, sum tað so kann byggjast víðari uppá framyvir.
Og júst í hesum sambandi heldur hon, at tað er av avgerðandi týdning, at tað er sjálvur løgmaður, sum stendur á odda fyri føroysku sendinendini.
- Tað gevur ferðini ein formligna dám og tað er nakað, sum indarar skilja og virða. Á hesum øki hava teir eina øðrvísi mentan enn føroyingar hava og har eru politikarar ógvuliga hámettir. Tað, at løgmaður er við, ger tað lættari at lata hurðar upp og at knýta sambond. Men hvat so kemur at henda víðari, er ein spurningur, sum tað stendur til vinnulívið at fáa nakað burturúr.
 
Avmarkað og fýrakantað
Tað eru mong, sum halda, at tað er undarligt, at ein føroysk sendinevnd skal fara heilt yvir til India at ferðast, tí hvat skal India læra okkum.
Og í Degi og Viku í gjárkvøldið, varð eisini ivi sáddur um ferðina og sagt varð, at India var hopleyst at samstarva við, tí tað hevði at kalla ongar avtalur við EFTA, umframt nógvar aðrar handilsforðingar sum gjørdi tað ov trupult at samstarva.
Hetta heldur Kalpana er ein alt ov avmarkað og fýrakantað lýsing av støðuni.
- Tað kann væl vera, at India at kalla ongar avtalur hevur við EFTA og tað kann væl vera, at India hevur handilsforðingar.
- Men vit eiga ikki at gloyma, at tað týdningarmesta er, um tað eydnast at fáa sínamillum handilsavalur ímillum Føroyar og India.
- Og tað dugir hon ikki at síggja nakað í vegin fyri, tí tað eru ein hópur av londum, sum hava avtalur við India og útlendskar fyritøkur standa í bíðirøðum eftir at sleppa at gera íløgur í India.
Kalpana heldur enntá, at tað er ein spurningur, um føroyingar hava ráð til at lata vera, at hyggja handan vegin.
 
Føroyingar skulu ikki døma
Men hon heldur framvegis at tað veldst alt um, hvønn hugburð føroyingar sjálvir hava.
­­- Tað ræður um at síggja India sum tað, ið landið veruliga  og ikki sum tað, ið kanska hevur fest seg í hugaheimin á nógvum fólki.
- India er nevniliga ikki bara fátækt, ikki bara skitið, ikki bara fult av fólki og ikki bara larmandi. India er eisini eitt land, sum er ímillum tey fremstu í heiminum á nógvum økjum.
- Kortini kann myndin, sum nógv hava í høvdinum av India, føra við sær, at vit eru skjót at døma. Men tað stendur ikki til okkum at døma onnur fyri tann mátan, tey liva upp á. Tó er onki at ivast í, at Indiaferðin kann gerast ein mentanarskelkur, tí tað er so fullkomiliga øðrvísi.
Kalpana heldur tí ikki at føroyska sendinevndin skal koma til ov skjótar niðurstøður og avskriva allar møguleikar fyri samstarvi við India, tí alt skal vera so vónleyst.
- Tað vildi verið skeivt at givið skarvin yvir beinanvegin og at latið allar hurðar aftur, áðrenn ein verulig roynd varð gjørd, tí búskaparvøksturin og menningin í India eru sera stór, leggur hon afturat.
- Tað ræður um at góðtaka veruleikan í India sum hann er og at góðtaka, tað ein sær og at arbeiða víðari út frá t í, og tað eru tað nógv onnur av heimsins londum, sum gera.
- Hugburðurin kann ikki vera, at í Føroyum er alt best og í India er alt vónleyst.
Tí heldur hon, at skal nakað koma burturúr hesi ferðini, er tað sanniliga eisini ein spurningur um, hvussu væl føroysk vinnulívsfólk duga at beganga seg á altjóða pallinum og duga at samstarva, tí tað krevur bæði dirvi og nýhugsan.
- Føroyingar mugu eisini hugsa størri enn so, enn bara at siga, at vit eru so smá at hetta klára vit ikki, tí tað førir ikki til framburð.
 
Bara hugflogið setir markið
Hinvegin vísir hon á, at føroyska sendinenevndin skal heldur ikki vænta at finna út av øllum hesar 9-10 dagarnar, tey eru í India.
- India er so stórt land og fjølbroytt land, at fer ein føroysk sendinevnd til India í 9-10 dagar, hevði tað svara til, at ein útlendsk sendinevnd kom til Føroyar og steðgaði her í fimm minuttir og væntaði so at vita alt um Føroyar.
-Tí er tað alt annað enn lætt at fara eina slíka ferð og ein skal ikki vænta at fáa tann mest djúptøkna kunnleikan til landið eftir 9-10 døgum.
- Men júst tí er tað av stórum týdningi at ferðin er í sambandi við sendistovuna, tí hon hevur tey røttu sambondini og júst tí hevur tað størsta týdning, at løgmaður er við, tí tað kann hjálpa at knýta sambond.
Spurningurin er so, hvat føroyingar í longdini kunnu fáa burturúr einum samstarvi við India.
­-Hóast India er eitt menningarland á nógvum økjum, er tað eisini so frammaliga á nógvum økjum, at tað er ímillum heimsins fremstu lond.
Kalpana heldur tí, at tað er bara hugflogið, sum setur markið fyri einum slíkum samstarvi.
Millum annað vísir hon á, at útbúgvingar í India eru á sera høgum støði og fólk koma úr øllum heiminum til India at lesa læknafrøði, verkfrøði og annað.
- Útbúgvingstøðið arnar er so høgt, at tað er vanligt, at altjóða fyritøkur koma til India at tryggja sær arbeiðsmegina hjá teimum, sum útbúgva seg har- tað er tað, sum á fakmálið eitur at head-hunta fólk.
-Fiskivinnan í India er eisini frammaliga á summum økjum, eit nú í rækjuvinnuni, og tað kann væl henda, at føroyingar finna okkurt horn í fiskivinnuni, sum tað ber til at samstarva við India í.
-Gongdin er eisini tann kring heimin, at tað, sum hevur við beinleiðis framleiðslu at gera, verður útflutt til lond sum India og Kina.
Kalpana vísir eisini á, at KT- vinnan í India er sera frammaliga.   
- Føroyingar skulu ikki lata seg ræða av, at India er so stórt. Tað ræður um at eyðmerkja tey øki, sum kunnu hava áhuga og so avmarka seg til tey.
Sjálv sær hon hesa ferðina sum ein fyrsta roynd hjá føroyskum vinnulívið at fáa tann fyrsta kunnleikan til landið, sum vinnan so skal arbeiða víðari við fyri at fáa eitt veruligt samstarv ílag.
Hinvegin heldur hon eisini, at føroyingar kunnu útflyta fiskivinnu-tøkni og annað til India.