Tað hevur stóran týdning at tað verður verandi bíligt

Fleiri eru á bíðilista og tí má tað halda fram

 

Tað er umráðandi, at skipanin heldur fram, har tey, sum halda upp at at brúka olju, og fáa sær hitapumpur heima, framhaldandi sleppa undan at rinda mvg.

Tað heldur Rósa Samuelsen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin.

Og tí hevur hon nú spurt Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, um hann ætlar at lata skipanina halda fram.

Tey, sum fáa sær hitapumpu, sleppa undan at rinda mvg, Tann lógin fer tó úr gildi á nýggjárinum, men nú spyr Rósa Samuelsen um hon fer at halda fram, ella ikki.

Endamálið við lógini var at seta ferð á at leggja um til grøna orku, og hetta skuldu vera eitt stig til at røkka ítøkiliga málinum um, at minst helvtin av sethúsum og bygningum skulu verða hitað við el frá varandi orkukeldum, sigur løgtingskvinnan.

– Tað eru kortini fleiri, sum enn ikki hava havt møguleikan at útvega sær hitapumpur, tí tað er trot á hondverkarum, og tað er bara eitt felag, sum borar jarðhitahol, leggur hon afturat.

Tí er tað trupult at sleppa í gongd at byggja og tað er eisini trupult at leggja um til at brúka  hitapumpu.

Hon sigur, at fleiri eru á bíðilista at fáa hitapumpu, og áhugin fyri hitapumpum og jarðhita er sera stórur.

– Sostatt er umráðandi, at hildið verður fram við skipanini at útreiðslurnar til hitapumpu erumvg fríar, sigur Rósa Samuelsen.