Tað er rættiliga harmiligt, at brúka so nógva tíð og orku upp á at royna fáa býráðið at taka spurningin um veðurlagsbroytinga upp. Tað heldur Elsa Berg, býráðslimur í Havn fyri Tjóðveldi.
Á seinasta býráðsfundi í Havn skeyt hon upp, at játtanin til orkupolitikk í Tórshavnar Kommunu verður hækkað heilar átta milliónir. Hon hevði ætlað, at pengarnir skuldu takast frá ætlaða langhylinum og tí harmaðist hon um, at býráðið longu hevur tikið heilt fitt av pengum frá langhylinum til onnur endamál.
Samstundis ivast hon eisini í um tað er ráðiligt, at skerja játtanina til langhylin enn meiri og tí ætlar hon at leggja uppskot aftur fyri býráðið seinni um at hækka játtanina til orkupolitikkin. Men tá fer hon eisini at leggja uppskot fram um hvaðani peningurin kann útvegast.
Elsa Berg vísir eisini á, at tað er longu greitt, at býráðið klárar ikki at halda ætlanina um, at í 2025 skal útlátið í kommunununi vera 50 minni enn tað var í 2016. Og orsøkin til at ætlanin ikki heldur, er, at neyðuga fíggingin er ikki sett av til endamálið.
Síðani tað varð samtykt, er útlátið vaksið nógv afturat, og tí kann staðfestast, at tørvur er á nógv fleiri tiltøkum enn upprunaliga mett. Sostatt hevur tað eisini skund at seta meiri pening av til endamálið, sigur Elsa Berg.
– Vit eru í eini veðurlagskreppu. Vit merkja ta og vit síggja tað - og granskarar staðfesta tað. Tað merkir, at støðan er hættislig, og at munandi tiltøk mugu setast í verk beinanvegin, sigur hon.
Hon vísir á, at í 2019 mælti umsitingin hjá býráðnum til, at 13,5 milliónir krónur vórðu játtaðar á hvørjum ári frá 2020 til 2025 fyri at røkka útlátsmálinum, men henda ætlanin hevur ikki hildið.
Hon sigur, at nakrar av teimum ítøkiligar avleiðingar eru, at sjógvurin hitnar og hann verður súrari. Vatnstøðan hækkar, rákið viknar, vindurin veksur og vit fáa fleiri harðar ódnir.
– Árinini eru longu stór, og seta vit ikki munagóð tiltøk í verk, fara tey at versna. Samstundis sum veðurlagsbroytingarnar eru mannaskaptar, avgera vit menniskju eisini, hvussu stór árinini verða, sigur hon.
Hon vísir samstundis á, at umframt at tað gagnar umhvørvinum at seta tiltøk í verk, gagnar tað eisini pengapunginum, tí samanumtikið er tað bíligari at reka samfelagið við grønum orkukeldum. Harafturat minka vit eisini um sannlíkindini av vanlukkum av ódnarveðri og sostatt spara vit útreiðslurnar, ið standast av tí, heldur Elsa Berg.
Floksfelagin hjá henni, Gunvør Balle, heldur, at tey ungu hava skilt álvaran í støðuni, og at tey eldru eiga at lurta. Hon heldur, at tað hevði tænt høvuðsstaðnum at gingið á odda á tí grøna økinum.
Bjørg Dam, forkvinna í Náttúru- og Umhvørvisnevndini hjá býráðnum gjørdi greitt, at eisini hon ynskti sær meiri pening á økinum. Men hon minti á, at tað var undanfarna samgongan, sum samtykti umhvørvispolitikkin hjá Tórshavnar kommununu. Hinvegin helt hon eisini, at tað var ikki meiri enn hálvhjartað, tí eingin peningur varð settur av til endamálið. Var peningur settur av, hevði tað ikki verið neyðugt at havt hetta kjakið nú, helt Bjørg Dam.