Tað hevur sæð heilt gott út

Síðani skúlarnir byrjaðu í gjár, hevur løgreglan gjørt eitt sindur burtur úr at kanna ferðsluna við skúlarnar. Í hesum sambandi hava tey serliga havt eyguni eftir teimum, sum koyra børni skúla. Og tað, tey ansa eftir, er um børnini sita íbundin í trygdarbelti eftir forskriftunum.

 

Løgreglan sigur, at tey hava gjørt nakað burtur úr norðanfyri og í høvuðstaðarøkinum, men tað hevur sæð heilt gott út, og ongi mál eru skrivað.

 

Løgreglan, at hesa næstu tíðina fara tey at fylgja væl við skúlaferðsluni um morgnarnar. Tað hevur løgreglan gjørt í fleiri ár og onkuntíð hevur tað verið hugvekjandi, so nógv børn ikki hava sitið í trygdarbelti, ella hava sitið í trygdarbelti - við stórari tasku á rygginum o.s.fr.