Tað hevur munandi sparingar við sær

Tað hevði útreiðslur við sær at keypa bát at sigla út í Hest - men tað er eisini ein sparing í tí

Tað er ein stórur fyrimunur, at Strandferðslan nú hevur fingið ein bát, Alpha Pilot, at røkja siglingina út í Hest.

Tað sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, hevur spurt hann um fíggjarligu viðurskiftini á Strandferðsluni, og serliga um avgerðina um at útvega bát til siglingina út í Hest burtur av.

Heðin Mortensen sigur, at nú er tað nógv smidligari at røkja siglingina upp á Sandoynna og Hest

Alpha Pilot, sum nú eitur Spógvin, kostaði 399.000 krónur at keypa og harafturat er 270.000 krónur brúktar til at gera hann kláran til siglingina og umframt tað, er bøtt um nautisku útgerðina. Og somuleiðis er hann málaður og hevur fingið landgongd sum hóskar til flótibrúgvarnar.

Heðin Mortensen sigur, at aftur fyri varð Súlan seld fyri 200.000 krónur. 

Tá ið Alpha Pilot varð útvegaður, fíggjað Strandferðslan keypið av rakstrarjáttanini.

 – Fyrimunirnir eru stórur, sigur Heðin Mortensen. Hann sigur, at tað er ikki longur neyðugt at fáa fólk úr landi at gera ábøtur og umvælingar á Teistan og samstundis er náttararbeiðið fyri stóran part burtur.

Hetta tí at Teistin siglir færri túrar út í Hest og við tað sparir Strandferðslan eisini 10.000 krónur um vikuna í olju.

Annars varð ein roynd gjørd fyrr í ár at fáa Jósup at sigla upp á Hest. Hetta skuldi vera eina royndarverkætlan fyri fyrsta ársfjórðing 2019.

Royndartíðin kostaði 240.000 krónur. Hetta var fyri tað mesta løn til skipara frá reiðarínum, Mykines.

Annars kostar tað 40.000 krónur um mánaðin at manna Spógvan, tí hann er mannaður við fólki, sum longur er í Strandferðsluni.

Annars sigur Heðin Mortensen, at tað var longu í november, at tað varð greitt, at Strandferðslan skuldi spara 4,7 milliónir í ár og tí tekur hann ikki undir við teimum, sum tengja sparingarnar og siglingina út í Hest, saman.