Tað hevur ongantíð verið so friðarligt eina sunnunátt, sum tað hevur verið í nátt.
Tað eru boðini frá løgregluni í morgun.
Tey siga, at tann, sum hevur havt vakt í nátt, er gamal í garði hjá løgregluni, og hann visti ikki um nakra sunnunátt, har telefonin hjá teimum hevur ringt so lítið.
Tað er ikki tí, at onki fólk hevur verið í býnum. Gongd er komið á náttarlívið aftur eftir nýggjár, men einastu ferðir, telefonin hevur ringt, hevur verið í sambandi við sjúkraørindi og annað av líkum slagi.
Annars hevur løgreglan verið nógv til staðar í býnum í nátt, men tey løgreglufólkini hava verið arbeiðsleys. Somuleiðis hevur løgreglan eisini verið inni í øllum skeinkistøðunum at kanna eftir um øll viðurskifti vóru eftir forskriftunum, og tað vóru tey.