Tað hevði verið langt úti

Vónandi eru politikarar so mikið at sær komnir, at teir ikki flyta heilsuskúlan

Tað hevði verið langt úti at flutt Heilsuskúlan úr Suðuroy til meginøkið.

 

Tað heldur Ása Olsen, sum var forkvinna felagnum, sum tá nevndist Heimahjálparafelag Føroya.


Tá ið hon var forkvinna, var tað hennara hjartamál at seta ein heilsuskúla á stovn og hon er ein av teimum fremstu, sum gingu undan fyri at fáa skúlan til veruleika.

 

Hon sigur, at tey árini, hon var forkvinna, kennir hon einki til, at ein einasta av teimum, sum vóru á skúlanum, var kedd um, at skúlin lá á Tvøroyri.

 

– Heldur vóru tær glaðar um hetta, tí at nú fingu tær møguleika at hugsavna seg um at taka útbúgving, sigur Ása Olsen

 

Og nú so nógv er frammi um, at flyta útbúgvingina til Havnar, kundi hon heldur hugsað sær til, at myndugleikarnir hugsaðum um aðrar møguleikar, heldur enn at flyta útbúgvingina.

 

Hon heldur, at Tórshavnar býráð kundi tikið spurningin upp við Heilsuhjálparafelag Føroya og Heilsuskúlan um at førleikamenna starvsfólk á núverandi Heilsuskúla.

 

Er tað ein fíggjarligur trupulleiki hjá næmingum at fara til Suðuroyar, eigur kommunan at seta pening av fíggjarætlanini, so at starvsfólk kunnu fara á, Heilsuskúlan við løn, á sama hátt sum tá heimahjálpararnir fingu á sinni, tá ið tær vórðu førleikamentar á heilsuskúlanum. Tá fingu tær 80 prosent av lønini ímeðan tær vóru í skúla.

 

Og nú Als tosar um at skipa fyri skeiði, átti ALS at kunna fíggja tað, sum tað kostar, at senda fólk á Heilsuskúlan á skeið, heldur Ása Olsen eisini.

 

Hon heldur, at Heilsuskúli Føroya hevur ment ein góðan lærarahóp, við serkunnleika til júst hesar útbúgvingar.

 

– Tí vildi tað verið langt úti, um man nú ætlar at fara í holt við at skipa hesar útbúgvingar aðrastaðni í landinum.

 

At skúlin virkar so væl sum hann ger, eigur at vera nóg góð grundgeving fyri, at skúlin fær frið, sigur Ása Olsen.

 

Og hennara vón er, at politikararnir eru so mikið at sær komnir, at teir ikki flyta skúlan.

 

Trýst HER og les meiri um, hvat fyrrverandi forkvinnan í Heimahjálparafelagnum heldur um at flyta Heilsuskúlan til Havnar