Tað hevði verið gott at havt fleiri vakmyndatól

- Tað hevði hjálpt okkum at uppklára innbrot, sigur løgreglan

Høvdu vit havt fleiri vakmyndatól í Føroyum, hevði tað verið hent hjá løgregluni

 

Tað heldur Hildur Hentze á kanningardeildini hjá løgregluni.

 

Í gjár skrivaðu vit her á www.in.fo um at ein sonn bylgja av innbrotum hevur herjað Havnina seinastu dagarnar, har bæði handlar, stovnar og felagshús, hava staðið fyri skotum.

 

Men í fleiri av innbrotunum knípur tað hjá løgregluni at hava nakað serligt av slóðum at ganga eftir.

 

 

Les meiri her: Hava havt 17 innbrot í Havn eftir stuttari tíð

 

 

Og Hildur Hentze heldur, at tað hevði verið gott, høvdu fleiri handlar, stovnar o.s.fr,. havt vakmyndatól, ella sjálvvirkandi ávaringar.

 

- Høvdu fleiri havt vakmyndatól og ávaringar, hevði tað verið ein stór hjálp hjá okkum í royndunum at uppklára innbrot, sigur hon.

 

Hon sigur, at tað eru nógv, sum hava vakmyndatól, ella sjálvvirkandi ávaring, men tað eru eisini mong, sum ikki hava tað, og tað ger mangan umstøðurnar hjá løgregluni at uppklára innbrot, verri, enn tær annars høvdu verið, sigur hon.

 

Hon vísir eisini á, at fáa innbrotstjóvar fyrst varhugan av einum staðið, har tey ansa illa eftir, er altíð vandi fyri, at teir vitja aftur.

 

Her skal kortini leggjast afturat, at tað er eitt lógarkrav, at tey, sum ætla at fáa sær vakmyndatól, skulu boða Dátueftirlitinum frá tí. Og tann fráboðanin skal sendast Dátueftirlitinum minst ein mánað áðrenn myndatólið verður sett upp.