Vit áttu at havt ein grunn, sum rindar fyri skaðarnar, tá ið náttúruvanlukkur henda kring landið.
Tað heldur Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalba.
Havnarlagið í Hvalba fekk heilt stóran skaða í briminum nú um vikuskiftið, og skaðin er so stórur, at borgarstjórin hevur alment biðið um hjálp frá landsmyndugleikunum til at umvæla skaðan.
Hann er so stórur, at hetta klárar kommunan ikki sjálv og tí eru vit í eini undantaksstøðu, sigur hann.
Hetta er aðru ferð í hesi øldini, at grótkasið í Hvalba fer í knús í brimi. Fyrru verð var á kyndilsmessu í 2008 og tá kostaði tað Hvalbiar Kommunu einar 11 milliónir at umvæla skaðan.
Tá varð nógv tosað um, at kommunurnar áttu at havt ein vanlukkugrunn, sum rindaði skaðarnar, tá ið náttúruvanlukkur henda.
Men hóast tað varð nógv tosað, dovnaði málið aftur, tá ið nakað var fráliðið, og einki hendi aftur.
Men Janus Thomsen sigur, at hetta er ein táttur, sum átti at verðið tikin upp aftur.
Hann heldur, at hetta er eitt fínt hugskot og ein máti kundi verið, at kommunur rindaðu í ein slíkan grunn eftir fólkatalinum, men at hann so rindaði fyri teir skaðar, náttúruvanlukkur elva til.
Náttúruvanlukkur sum hesar raka smærri kommunur ómetaliga hart. Og tað kann raka øll, so eg haldi at ein slíkur grunnur hevði verið eitt gott hugskot, heldur hann.
Í Sosialinum sum kemur í kvøld, staðfestir Janus Thomsen kortini, at tey herja á aftur at fáa skaðan, sum hendi um vikuskiftið, umvældan, men fáa tey ikki hjálp frá landsmyndugleikunum, kann hetta verða mønustingurin fyri kommununa