Tað hevði verið ein vanlukka

Tað má ikki henda, at vit missa hendan møguleikan, heldur meirilutin í Tvøroyrar býráð

 Umsitingin í Tvøroyrar býráð fer nú undir samráðingar um at leiga húsið við Sílá við tí endamáli at brúka tað til eldri. Talan er sambýlið, sum fór í eini ódn, men sum síðani varð selt privatum hondverkarum, sum tóku tað niður, og bygdu tað upp aftur.

 

Talan hevur verið um at Suðuroyar Bú – og Heimatænasta skuldi keypa húsið, men tey hava ikki klárað at fíggja tað og tískil hava eigararnir nú sett tað til sølu alment.

 

Meirilutin í Tvøroyrar Býráð, sum er Javnaðarflokkurin, heldur, at tey eiga at tryggja sær, at húsið ikki gleppur teimum av honum. Tey hava eisini fingið at vita frá leiðsluni í Suðuroyar Bú- og Heimatænastuni, at missa tey húsið, hevði tað verið ein vanlukka.

 

Tey hava tískil arbeitt við eini ætlan um, at Kommunan skuldi keypa húsið fyri at tryggja, at onnur ikki fóru við tí. Á býráðsfundi á Tvøroyri í gjárkvøldið var nettupp hetta málið tað stóra kjakevnið, men úrslitið var, at Bjarni Hammer, mælti býráðnum til at samtykkja at fara í samráðingar við eigararnar um at leiga húsið. Men fortreytin er, at finnur Suðuroyar Bú- og heimatænastu eina loysn í næstum, sum tryggjar teimum húsið, skal Tvøroyrar kommuna sleppa málinum. Tað vóru bara tey fýra í meirilutanum, sum atkvøddu fyri uppskotinum, hini trý í minnilutanum atkvøddu ímóti. 

 

Á býráðsfundi varð ført fram, at tað er ivingarsamt, hvussu stórur tørvur er á húsinum, tí tað er at kalla eingin bíðilist at sleppa inn á eitt eldrabýli. Men tey í Javnaðarflokkinum førdu fram, at hóast tað ikki er tørvur á búplássum, er stórur tørvur á húsinum til onnur endamál, eitt nú til venjingar og til endurvenjingar, umframt til umlættin, dagtilhald, og annað.

 

Býráðslimirnir í minnilutanum er alt annað enn fegnir um avgerðina og borgarstjórin, Kristin Michelsen, heldur enntá, at samtyktin er ólóglig. Tað hava vit meiri um seinni.