Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin ætla at økja útreiðslurnar hjá landskassanum heilar 1,5 milliardir. Tað staðfestir Pauli Trónd Petersen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, sum eisini er limur í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum.
Hann heldur, at andstøðan í Løgtinginum sigur eitt, men ger tað beint øvugta. Hann vísir á, at andstøðan hevur hvassliga átalað samgonguna fyri at hækka útreiðslurnar hjá landskassanum alt ov nógv. Men samstundis leggja flokkarnir í andstøðuni uppskot fyri Løgtingið, sum kosta landskassanum yvir eina milliard.
Fyri ólavsøku í ár løgdu flokkarnir í andstøðuni uppskot fyri Løgtingið, sum kostaði 2,4 milliardir, uttan at siga, hvussu tað skuldi fíggjast. Og síðani ólavsøku, hava teir lagt uppskot fyri Løgtingið, sum økja útreiðslurnar 1,5 milliardir – men so eru tað kommunurnar, sum skulu rinda ein part av tí.
Pauli Trónd Petersen heldur, at tað er ikki samanhangur í, at finnast so hvassliga at, at samgongan hækkar útreiðslurnar ov nógv, samstundis sum at tey ætla at hækka útreiðslurnar enn meiri.
Tað er Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn, og forkvinna í Fíggjarnevndini, samd í. Hon heldur ikki, at ikki at tað hongur saman, tá ið andstøðan finst at útreiðsluvøkstrinum, samstundis sum at fleiri uppskot verða løgd fyri Løgtingið um at hækka útreiðslurnar enn meiri.