Tað hevði kostað næstan fimm milliónir

Tað er nøktandi soleiðis sum koyringin hjá Bygdaleiðum ímillum Havnina og Klaksvík, og á Skálafjørðinum, er samskipað, heldur Heðin Mortensen

 

Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, heldur, at tað er nøktandi, soleiðis sum koyringin hjá Bygdaleiðum ímillum Havnina og Klaksvík, og ruturnará Skálafirði, eru samskipaðar. Tað heldur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum.  

 

Men hann leggur afturat, at kundi okkurt verið betur samskipað, er hann til reiðar til at hyggja upp á tað saman við Strandferðsluni.

 

Kári P. Højgaaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri, hevur spurt hann um hann heldur, at ruturnar hjá Bygdaleiðum á høvuðsrutuni ímillum Tórshavn og Klaksvík eru nógv væl samskipaðar.

 

Hann vísir á, at Bygdaleiðir koyra ímillum Tórshavn og Klaksvík einar 12 ferðir um dagin, men tað er bara góð helvtin av hesum túrunum, sum eru samskipaðir við bussleiðina á eystara armi á Skálafjørðinum, og enn færri túrar á vestara armi.

 

Landsstýrismaðurin vísir á, at í næstum verður koyringin hjá Bygdaleiðum boðin út av nýggjum og tá skal eisini hugsast um, at koyrandi verður ígjøgnum Eysturoyartunnilin. Og tá fer eisini at verða hugsað um, at samskipa ruturnar betur.

 

Ruturnar á Skálafjørðinum eru settar soleiðis saman, at fólk, sum ferðast til og frá arbeiði, ella skúla, skulu kunna brúka tær, bæði suður eftir og norður eftir.

 

Skal samband verða frá eystara og vestara armi á Skálafjørðinum til og frá hvørjum túri hjá klaksvíksbussinum, skulu fleiri túrar leggjast afturat, og tað fer at kosta einar 4,85 milliónir. Meiri koyring kostar meiri, og kostnaðurin vigar ofta nógv, sigur landsstýrismaðurin.