Tað verður ikki eitt krav, at pápar skulu longri í barsilsfarloyvi enn teir eru.
Tað ger Henrik Old, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, greitt.
Sum vit skrivaðu í áðni, verður uppskot nú lagt fyri Løgtingið um at leingja barsilsskipanina tvær vikur.
Les meiri her: Foreldur skulu hava frí í tvær vikur afturat
Og henda dagin, Løgtingið viðgjørdi fíggjarlógina fyri næsta ár, vildi Katrin Kallsberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hava at vita, hvussu Henrik Old ætlar at býta hesar báðar vikurnar ímillum mammuna og pápan. Og hon vildi eisini hava at vita, um nøkur ætlan er um at bøta um tann ójavnan sum er ímillum foreldrini, har mamman hevur nógv longri barsilsfaroyvi enn pápin hevur.
Hon vísir á, at veruleikin er, at pápar taka ikki farloyvi longri enn teir noyðast, og so tekur mamman restina. Mamman tekur eisini alt tað, tey bæði kunnu býta ímillum sín.
Og tí vildi hon hava at vita frá Landsstýrismanninum um ætlanin at marka hesar báðu eyka vikurnar, farloyvið nú verður longt, til pápan fyri at bøta um ójavnan ímillum mammuna og pápan.
Men tað ætlar Henrik Old ikki at gera. Hann ásannar, at nettupp pápakvotur er ein spurningur, sum fær nógva umrøðu, tá ið barsilsskipanin er til umrøðu.
Hann hevur onga avgjørda meining um pápakvotur. Men hann staðfestir turrisliga, at kunnu mamman og pápin ikki semjast um, hvussu tey skulu býta barsilsfarloyvið ímillum sín, eru ógvuliga smá útlit fyri, at tey nakrantíð koma so langt sum at at halda silvurbrúdleyp.
– Okkurt mugu vit lata upp í hendurnar á fólki sjálvum til at finna, heldur hann.
Og hann er sannførdur um, at hevði hann markað hesar báðu vikurnar til pápan, eru tað reiðiliga nógv í Løgtinginum, sum høvdu lopið upp frá, og høvdu sett føtur í spenni.
Men hann legði afturat, at er meiriluti fyri at marka hesar báðu vikurnar til pápan, fer hann ikki upp á nakran máta at seta seg út ímóti tí.










