Verkfallið
Tá ið blaðið, tygum nú sita við í hondini, fór til prentingar, var enn púra onki, sum bendi á, at ein endi fæst á verkfallið hjá skiparunum og stýrimonnunum, sum sigla við teimum almennu skipunum, tvs, við Strandferðsluni og Vaktar- og Bjargingartænastuni, umframt við fiskirannsóknarskipinum, Magnus Heinasyni.
Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur ongar ætlanir um at taka stig til at kalla partarnar saman aftur, tí, sum støaðn er, heldur hann ikki, at tað tænur nøkrum endamáli.
? Tað kann ongin semja fáast í lag, so leingi Skipara- og Navigatørfelagið heldur fast um síni krøv, sigur hann.
Hann sigur, at felagið hevur boðað frá, at Skipara- og Navigatørfelagið hevur boðað frá, at krøvini eru treytaleys og so leingi, tað er støðan, er onki at samráðast um, tí tey krøvini eru so nógv hægri enn teir sáttmálar, sum annars eru gjørdir, har lønarhækkingin hevur verið um níggju prosent, umframt ymsar reguleringar, sum hóska til hvørt einstakt felag.
Og serliga eftir at seinastu semingsroyndirnar miseydnaðist hósdagin í farnu viku, heldur hann, at støðan er læst føst.
Annars sigur Karsten Hansen, at nú er tað eisini ein spurningur, hvat hendir politiskt.
?Val hevur verið og nú skal nýggj samgonga skipast, so tað er ikki vist, at hetta verður mín trupulleiki so leingi afturat, men at onkur annar fer at taka yvir, sigur Karsten Hansen.
56 sáttmálar
Karsten Hansen vísir á, at sum landsstýrismaður í fýra ár, hevur hann verið við til at gera heilar 56 sáttmálar við ikki færri enn 31 fakfeløg, su mhava sáttmála við tað almenna.
? Fimm ferðir eru feløg farin í verkfall. Av teimum hevur Skipara- og Navigatørfelagið verið í verkfalli tríggjar ferðir.
Hini 30 feløgini hava sostatt bert verið í verkfalli tvær ferðir. So kann ein og hvør gera sær sínar metingar um støðuna, sigur Karsten Hnsen.