Tað hendi í teimum døgum...

... at allur heimurin skuldi verða skrivaður í manntal.

Í Føroyum hendir tað á heysti í 2011. Uppskotið um at halda manntal hevur aðru viðgerð í Løgtinginum í morgin.

Hagstova Føroya hevur ábyrgd av verkætlanini, sum hevur til endamál at at gera eina neyva hagtalslýsing av føroyska samfelagnum.

Lagt verður upp til, at hvørt húski og einstaklingur í Føroyum fær eitt spurnarblað at svara.

Umframt vanligu upplýsingarnar ? t.v.s. navn, kyn, aldur, p-tal, starv, útbúgving og arbeiði ? verður m.a spurt um trúgv og tilknýti til samkomur, um almenna heilsustøðu, um lýsing av býli og lýsing av liviumstøðum.

Ein meiriluti í fíggjarnevndini tekur undir við uppskotinum.

Ein minniluti - Jørgen Niclasen og Bill Justinussen - vísir m.a. á tað, sum kom fram undir fyrstu viðgerð, har spurningurin varð reistur, hvørt tað ikki er at ganga fólki ov nær, at ein sonevndur løggildur teljari skal hava rætt til at fara á gátt hjá fólki, umframt at fólk hava skyldu at svara spurnarblaðnum.

Meirlutin vísir á, at tey hava fingið trygd fyri, at hetta er í samsvari við mannagongdir, sum onnur lond rundanum okkum hava ásett.