– At vit valdu at fara til Runavíkar at spæla hondbólt, er tann besta avgerðin, vit nakrantíð hava tikið viðvíkjandi hondbóltinum. Tað er tað heila vert, segði 21 ára gamla Sarah Ann Thomsen eftir loknu steypafinaluna, og 30 ára gamla stórasystirin, Annika, var skjót at taka undir við henni. Leygardagin vunnu tær fyri aðru ferð í trý ár gull við Tjaldri.
Tær báðar systrarnar hava átt sín stóra part í framgongdini og sigrunum hjá Tjaldri, sum var eitt fullkomuliga óskrivað blað í føroyskum topphondbólti, men nú er við í fremstu røð í bæði steypa- og landskappingini.
– Tað var eitt sindur óvæntað, at vit skuldu fara so fitt framum beinanvegin í finaluni, sjálvt um eg hevði vónað tað. Eg hevði væntað ein javnari dyst ímóti Stjørnuni, men vit fóru eitt sindur frá teimum mestsum beinanvegin, og tað var ikki fyrr enn ímóti endanum, at tað bleiv nokk so javnt aftur. So tað var spennandi allan vegin, segði Sarah Ann, ið serliga helt verjuspælið vera munin:
– Tær fingu ikki líka nógv inn á strikuna, sum tær plaga, tí vit vardu so ótrúliga væl.
Tjaldur var á odda við fimm málum í hálvleikssteðginum, men eftir lítlari løtu í seinna hálvleiki var munurin komin niður á tvey mál. Annika Thomsen helt kortini ikki, at tær í Tjaldri fingu nervar av hesi orsøk.
– Vit vistu, at tær fóru at koma sum eitt óløgi á vøllin eftir steðgin, tí skuldu tær koma afturíaftur, so skuldu tær gera tað tá. Men vit kláraðu at halda fast allan dystin ígjøgnum, og tí vunnu vit, segði Annika.
– Hetta er tað, vit kempa fyri alt árið ígjøgnum. Nú fara vit eftir øllum, tí í landskappingini eru vit við har frammi, so vit fara at kempa fyri at koma í ta finaluna eisini.