Johan M. Jacobsen á Skála er sannførdur um, at sterka spreingingin, sum hendi fríggjadagin, kundi havt fólkaskaða við sær.
Kona hansara er dagpleygumamma og í grannahúsunum eru eisini dagpleygubørn
Tíbetur var veðrið so ringt fríggjadagin, at øll vóru inni og spældu. Høvdu tey verið uttanfyri, so hevði fólkaskaði verið, tí ivist eg ikki í, sigur Johan M. jacobsen.
- Tað larmaði sum eg veit ikki hvat. Tað er ikki ov mikið sagt, at tað heglaði við smágróti á Skála fríggjadagin. Eg var sjálvur staddur á skipasmiðjuni og tað var nógvur larmur, tá smágrót frá spreingingini rakti tekjuna har. Tá eg so kom niðan til hús var ringt skil. Har grótu øll og fleiri fólk ringdu niðan fyri at vita hvussu skilið var, tí tey høvdu hoyrt larmin, sigur Johan M. Jacobsen.
Hann ivast ikki í, at høvdu børnini, og fólk annars, verið úti, sum vanligt er, so hevði fólkaskaði staðist av.
Fleiri buglur
Fleiri smáar buglur eru í húsatekjuni hjá Johan M. Jacobsen og eini steinurin er komin niður ígjøgnum tekjuna og ígjøgnum tróðurið og liggur nú á loftinum. Johan fegnast um, at hann hevur lagt plátur í á loftinum, tí annars hevði steinurin komið longur niður.
Eisini bilurin hjá honum hevur fingið skaða og fleiri buglur eru í av smágrótimum, sum heglaði yvir Skálabygd fríggjadagin, tá menn sprongdu fyri landsvegi omanfyri bygdina.
Ikki fyrstu ferð
Johan hevur prátað við fleiri fólk um hendingina, og sjálvt í Søldarfirði høvdu tey merkt hørðu spreingingina, og har skulvu húsini.
- Tað ringasta er, at hetta er ikki fyrstu ferð, so ein bíðar bara til skaðin hendir av álvara, sigur Johan M. Jacobsen, sum metir, at sera illa er avstaðfarið, tá sprongt er og hann metir, at slíkt er sera ábyrgdarleyst.