Øssur Hansen og hansara menn í B68 iðraðu seg heilt nógv um 3-2 tapið í øðrum umfari í Sørvági. Lagið var munandi betri, tá ið tað við framúr hugburði og nærlagni eydnaðist at vinna eitt stig í Gundadali, tá ið tað ímóti B36 endaði við málleysum javnleiki.
Seinnapartin verður talan um nýggjan lykladyst. Tað kann seinni í ár fara at vísa seg, at úrslitið á Svangaskarði sunnudagin 11. apríl millum B68 og TB fer at vera avgerandi fyri, hvør fer at flyta niður, og hvør fer at sleppa undan niðurflyting.
B68 hevur úr trimum teimum fyrstu umførunum vunnið eitt stig, meðan TB framvegis bíðar eftir fyrsta stiginum.
Hjá B68 er aftur kapping um plássið millum stólparnar. Norski málverjin, Erlend Jacobsen, sum var sjúkur, tá ið B68 var í Sørvági, og sum var skaddur, tá ið B68 var í Gundadali, er komin fyri seg aftur.
Setningurin hjá Michael Winter og hansara monnum í TB er at reisa seg eftir 5-0 lúsingin á heimavølli ímóti KÍ. Tað hevur verið bíðað eftir, at miðvallarin Rógvi Joensen skal koma fyri seg. Orsakað av brotnum beini hevur hann ikki verið við higartil í ár. Nú er Rógvi komin fyri seg aftur.
Ndende Adama Guéye hevur kanska verið eyðsýndasti spælarin hjá TB higartil í ár. Av Tvøroyri verður upplýst, at hann er skaddur, og at álopsspælarin Maxwell Asare, verjuspælarin Aron Sørensen og verjuspælarin Musah Armah heldur ikki eru tøkir.