Tá gravstaðurin var gyrdur inni

- Vit fingu tilboð um sálarliga hjálp, men hildu ikki, at tað var neyðugt. Eg vóni tó ikki at fáa eina slíka uppgávu aftur, sigur Finnur Sigurðsson.

Tá tú hevur verið gravari í mong ár og hevur grivið fleiri enn 1200 gravir, hevur tú eisini upplivað eitt sindur av hvørjum. Soleiðis er eisini hjá Finni Sigurðsson, sum hevur verið gravari hjá Klaksvíkar kommunu í meira enn eina fjórðingsøld.

 

Arbeiðsøkið hjá honum fevnir í fyrsta lagi um Klaksvík, Árnafjørð, og síðan hevur hann eisini ábyrgdina av kirkjugørðum í Svínoy og norðaru bygdunum á Kalsoynni, Mikladali og Trøllanesi, sum er partur av Klaksvíkar kommunu.

 

Í Klaksvík hevur Finnur ein gravara at hjálpa sær, og bæði í Svínoy og í Kalsoy eru eisini menn, sum taka sær av grevstri og kirkjugørðum. Men, ábyrgdin av øllum kirkjugørðum í Klaksvíkar kommunu liggur hjá Finni.

 

- Er tað soleiðis, at teir, sum taka sær av grevstri í Svínoy og Kalsoy, hava brúk fyri hjálp, fara vit eisini út at hjálpa til, sigur hann.

 

Finnur Sigurðsson hevur grivið gravir hjá bæði beiggja og pápa sínum, og hann hevur eisini staðið fyri uppgávum, sum ikki eru serliga unniligar hjá einum gravara.

 

- Tað er hent, at gravir eru lopnar, meðan eg havi staðið niðri í grøvini, men tað hevur ongantíð verið so galið, at eg sjálvur endaði undir moldini, sigur hann brosandi.

 

Gravarin sigur, at hann í sínum arbeiði eisini hevur upplivað, at kriminalløgreglan ringdi og spurdi, um hann vildi skipa fyri at grava eitt lík uppaftur.

 

- Eg spurdi makkaran, og vit vildu ikki bera okkum undan. Hetta arbeiði varð gjørt undir eftirliti av løgregluni. Vit fingu tá tilboð um sálarliga hjálp, men hildu ikki, at tað var neyðugt.

 

Hann sigur, at seinni hevur hann ikki havt trupulleikar av hesum, men hann vónar ikki at fáa eina slíka uppgávu aftur.

 

Finnur Sigurðsson leggur aftrat, at meðan hetta arbeiði varð gjørt, var gravstaðurin gyrdur inni við einum tjaldi.

 

Í Vikublaðnum, sum kemur í hvørt hús seinnapartin mánadagin, er serblað við heitinum "Seinasta ferðin", og her er eisini samrøða við útbúna elektrikaran, sum hevur verið gravari hjá Klaksvíkar kommunu í 26 ár.

 

Myndina av Finni Sigurðsson tók Dávur Winther.