Tað grør í Føroyum

"Tað grør um gangandi fót í Føroyum". Hetta hava vit ofta hoyrt í samband við valstríðið, og eisini í onkrari lýsingarherferð. Men í veruleikanum hóskar hetta orðatakið serstakliga væl til mannin, sum Sosialurin í dag hevur hitt

Síðani hann var 14 ára gamal, er hvør frítíðarløta nýtt uttandura millum blómur og annan vøkstur saman við abbanum, Hans Jákup hjá Dáva, sum í mong ár var býargartnari í Klaksvík.
Og danska orðatakið, "Æblet falder ikki langt fra stammen", er sum smíðað júst til teir báðar.
Tí í dag røkir Hans Hjalti Skaale starvið, sum abbi hansara í so mong ár hevði um hendur.
Umframt at fríðka um býin, so er Hans Hjalti eisini kendur víða um sum vísusangari og óføra góður skemtari.
Men fremst í huganum liggur arbeiði uttandura. Hvønn morgun klokkan 08.00 møtir hann til arbeiðis saman við hinum fýra, sum arbeiða saman við honum.
Tilhaldsstaðið liggur undir skýlinum hjá K.Í, men tær løturnar, ið verða nýttar inni har, munnu vera fáar í tali.
Allan dagin eru tey stødd ymsastaðni í býnum, har tey fríðka um og gera býin grønari.

Nú blómar
Hetta er júst tíðin, har gróðurin frá seinasta summari sæst aftur. Spakuliga stinga blómur av ymsum slagi høvdið upp úr moldini, líkasum fyri at vita, um hetta nú er tann rætta tíðin hjá teimum at koma úr dvalanum.
Og ongantíð hevur býargartnarin so nógv at gera sum nú. Norðoyastevnan nærkast, og tá skuldi býurin helst verið nossligur og vakur at vitja.
Á arbeiðslistanum hjá Hans Hjalta hevur hann skrivað sær upp, at øll tey almennu bedini í Klaksvík skulu gjøgnumgangast, lúkast og saksast, allar grasplenurnar skulu sláast og harafturat eru nógvir garðar, ið skulu málast. Men fyrst og fremst skal alt verða reint og nossligt til stevnudagarnar.

Veðrið nógv at siga
Sum vera man hevur veðrið nógv at siga, tá tosað verður um gróður av ymsum slag. Og hóast veðrið ta seinastu tíðina hevur skikkað sær væl, so legðist kavin tann eina dagin í farnu vikuni yvir Klaksvíkina.
- Hetta var eitt stórt afturstig fyri gróðurin, tí leykirnir stóðu akkurát í besta blóma, sigur Hans Hjalti.
Víðari sigur hann, at hetta er eitt fyribrigdi, sum kemur fyri nærum hvørt ár.
Men teir seinastu dagarnar hevur verið heilt turt, og hava fólkini hjá býargartnarinum eisini verið úti við sláimaskinum fyri fyrstu ferð hetta árið.

Planta 1000 trø
Fyri stuttum fekk býargartnarin 1000 lerkar frá Skógarrøkt Landsins, og hesir eru nú allir settir niður í viðarlundini úti í Grøv.
Og júst viðarlundin hevur eitt heilt serligt pláss í hjartanum hjá Hans Hjalta.
Hann hevur verið við í arbeiðinum viðvíkjandi viðarlundini heilt frá byrjan av, og er í dag sera stoltur av úrslitinum.
Hesum kunnu klaksvíkingar óivað taka undir við, tí vakra og hugnaliga viðarlundin er full av fólki, tá onkur góðveðursdagur kemur framvið.