Tað gongur væl í Skopun og á Sandi

Í størstu kommununum í Sandoy var vøksturin í inntøkunum yvir miðal í fjør

Miðal vøksturin í skattainntøkunum hjá øllum 29 kommununum var í fjør 6,01 prosent.

Í teimum báðum størstu kommununum í Sandoy var vøksturin størri enn so.

Størstur var lutfalsligi vøksturin í Skopun, har hann var 9,13 prosent. Tað svarar til 1.303.673 krónur.

Á Sandi var lutfalsligi vøksturin 7,55 prosent. Tað svarar til 1.056.982 krónur.

 

Í Húsavíkar kommunu, sum umframt Húsavík fevnir um Dal, var skattainntøkan í fjør lægri, enn hon var í 2016. Lutfalsliga afturgongdin var -4,11 prosent, sum svarar til -134.197 krónur.

 

Í hinum kommununum var talan um vøkstur:

Skálavík 6,87 prosent – 325.052 krónur.

Skúvoy 0,62 prosent – 7.625 krónur.