Á nýggjárinum lækkaði Klaksvíkar býráð skattaprosentið 1,25. Samstundis varð í fíggjarætlanini lagt uppfyri, at hetta fór at bera við sær, at inntøkurnar fóru at lækka.
Nú er fyribilsuppgerðin fyri fyrra hálvár komin frá TAKS, og hon sigur, at skattainntøkurnar í Klaksvík hækka framvegis, hóast skattaprosentið er lægri.
Fyrra hálvár í ár runnu 4,5 milliónir fleiri niður í kommunukassan, enn tað gjørdu fyrra hálvár í fjør. Lutfalsligi vøksturin er 5,43 prosent. Merkisvert er tó, at vøksturin í juni var minni, enn hann hevur verið higartil í ár. Í juni var talan um 1,8 prosent hægri inntøku enn í juni í fjør.
Í øllum hinum kommununum í Norðoyggjum er talan um hægri inntøkur uttan í Húsa kommunu, har skattaprosentið á nýggjárinum varð lækkað úr 17 og niður í 16 prosent hetta síðsta árið, sum Húsar og Syðradalur eru sjálvstøðug kommuna. Inntøkurnar hjá Húsa kommunu vóru fyrra hálvár 10,73 prosent lægri enn sama tíðarskeið í fjør.
Í Viðareiðis kommunu var vøksturin 10,64 prosent ella 580 túsund krónur, í Hvannasnunds kommunu var vøksturin 8,62 prosent ella 473 túsund krónur, í Kunoyar kommunu var vøksturin 15,55 prosent ella 307 túsund krónur, og í Fugloyar kommunu var vøksturin 4,01 prosent ella 30.548 krónur.
Miðal vøksturin fyri allar kommunurnar í landinum var fyrra hálvár 7,04 prosent, tá ið sammett verður við fyrra hálvár í fjør.










