Tað er niðurstøðan í teirri árligu frágreiðingini hjá Heimsbankanum. Tvørturímóti vísir frágreiðingin, at í dag fara meiri pengar úr menningarlondunum, enn tey fáa ígjøgnum lagalig lán og íløgur, samstundis sum londini rinda meiri í uttanlandsskuld, enn tey fáa inn í nýggjum kapitali.
Ein teirra, sum hava skrivað frágreiðingina, er Uri Dadush, sum starvast á skrivstovuni hjá Heimsbankanum í Rom. Hann sigur, at gongdin er eitt týðiligt tekin um, at virksemið í menningarlondunum er alt ov lítið, til londini kunnu sleppa burtur úr fátækradøminum og skuldartrupulleikunum.
Síðani miðskeiðis í nítiárunum og serstakliga aftan á búskaparkreppuna í Asia hava altjóða bankar verið sera varnir við at lata menningarlondunum privat lán. Uri Dadush sigur, at í fjør vóru útreiðslurnar av gomlu uttanlandsskuldini hjá menningarlondunum níggju milliardir dollarar størri ennn enn tað, sum londini fingu í nýggjum lánum. Samstundis eru tær útlendsku íløgurnar í eitt nú vinnuvirkir minkaðar støðugt seinastu trý árini.
Menningarserfrøðingurin hjá Heimsbankanum væntar, at nógv menningarlond fara at søkka uppaftur longur niður í skuldardýpið tey næstu árini, og hetta verður gongdin, sjálvt um Heimsbankin hevur strikað lán fyri einar 40 milliardir dollarar hjá teimum fátækastu londunum tey seinastu árini. Hetta er heilt einfalt ikki nóg mikið.
- Skuldin bara veksur, tí londunum tørvar pening. Tað hevur ikki borið teimum til at økja inntøkuna við størri útflutningi, og í fleiri førum hevur tað eisini víst seg, at londini fáa minni og minni fyri sínar vørur, sigur Uri Dadush.
Meiri stuðul neyðugur
Steen Folke, sum arbeiðir á altjóða granskingarstovninum í Keypmannahavn, sigur við Politiken, at tað er serliga óheppið, at tær privatu íløgurnar í menningarlondunum minka, samstundis sum fleiri lond, teirra millum Danmark, hava skert hjálpina til hesi somu londini.
Í fjør fingu menningarlondini 16 milliardir dollarar í almennum lánum umframt 33 milliardir dollarar í stuðuli. Men hetta ger alt ov lítlan mun, tí tørvurin er nógv størri enn so. Úrslitið er, at menningarlondini verða meiri og meiri heft av privatum íløgum, og tær minka eisini. Harafturat hevur tað víst seg at vera sera óheppið, at londini gerast heft av privatum íløgum.
- Nógv tær flestu privatu íløgurnar verða gjørdar í londum og vinnugreinum, sum klára seg væl frammanundan. Tískil fer meginparturin til at menna ídnaðarútbyggingina í teimum kinesisku býunum og ikki til teir afrikansku bøndurnar, har tørvurin er nógv størri, sigur Steen Folke.
Sambært Heimsbankanum eru teir útlendsku íleggjararnir serliga hugaðir at gera íløgur Meksiko og í teimum londunum í Asia, sum eru væl fyri. Latínamerika hevur lítlan áhuga og serliga ikki aftan á búskaparkreppurnar í Argentina og Brasilia, og tey afrikansku londini eru sett fullkomiliga til viks.
- ES og USA hava lovað at økja teirra menningarhjálp 50 prosent tey næstu fimm árini, og nú vóna vit, at stjórnirnar har fara at halda hetta lyftið. Men tað er einki at ivast í, at tað verður neyðugt at minna tær á tað, sigur Uri Dadush á skrivstovuni hjá Heimsbankanum.










