Nú tað eru tvey umfør eftir at FM kappingini í talvi fyri einstaklingar, sær toppurin soleiðis út, sum tað út frá styrkistølunum kundi roknast við, at tað fór at tørna út.
IM John Rødgaard, Martin Poulsen og Olaf Berg høvdu hægstu styrkistølini, og tað eru hesir tríggir, sum eru á trimum teimum ovastu plássunum.
Felags fyri teir tríggir er, at teir í 7. umfari, sum var Skírisdag, allir telvaðu við hvíta fólkinum, og at teir allir fingu fulla úrtøku. Martin Poulsen vann á Finnbirni Vang, IM John Rødgaard vann á Rana Nolsøe, og Olaf Berg vann á Sjúrði Thorsteinsson. Talvið millum Torkil Nielsen og Terja Petersen endaði remis, og Ólavur Simonsen vann við svørtum á Andreasi Andreasen.
Støðan eftir sjey umfør: IM John Rødgaard, Vestmanna Talvfelag, 5,5 stig, Martin Poulsen, Havnar Telvingarfelag, 5,0 stig, Olaf Berg, Sandavágs Talvfelag, 4,5 stig, Finnbjørn Vang, Klaksvíkar Talvfelag, 4,0 stig, Torkil Nielsen, Sandavágs Talvfelag, og Rani Nolsøe, Klaksvíkar Talvfelag, 3,5 stig, Ólavur Simonsen, Klaksvíkar Talvfelag, 3,0 stig, Sjúrður Thorsteinsson, Vestmanna Talvfelag, 2,5 stig, Terji Petersen, Klaksvíkar Talvfelag, 2,0 stig, og Andreas Andreasen, Tofta Talvfelag, 1,5 stig.
8. umfar verður Langa fríggjadag klokkan 14 í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík: Terji Petersen-Sjúrður Thorsteinsson, Rani Nolsøe-Olaf Berg, Finnbjørn Vang-IM John Rødgaard, Ólavur Simonsen-Martin Poulsen, og Torkil Nielsen-Andreas Andreasen.
9. og síðsta umfarið verður páskaaftan klokkan 11.