Toftamenn bíða ótolnir eftir at sleppa upp í part aftur. Síðsta sunnudag høvdu teir frí, tí oyggjauppgerðin ímóti Víkingi var útsett orsaka av steypafinaluni.
Sunnudagin fær B68 vitjan av B36. Tað er ógvuliga stórur munur á, hvussu tað nógvu tær seinastu ferðirnar hevur vignast hjá árstalsfeløgunum báðum. B68 hevur ikki tapt síðani 26. apríl, tá ið ÍF á heimavølli vann 3-2. Síðani tá hevur B68 úrtøkan verið 25 stig í ellivu dystum. Í sama tíðarskeiði hevur úrtøkan hjá B36 verið 8 stig. Ymiska úrtøkan ber við sær, at B68 stríðist fyri at fáa fatur á oddaliðnum HB, meðan teir í B36 royna at renna undan botnliðunum.
B68 venjarin, Bill Jacobsen, hevur positivar trupulleikar. Tað eru nógvir um boðið, og venjarin skal taka støðu til, hvør skal sita uttanfyri sunnudagin. Miðvallarin Ndende var leikbannaður, tá ið B68 vann 4-2 í Klaksvík. Hann er sjálvskrivaður á sentrala miðvøllinum.
Í B36 er stóri spurningurin, hvussu tað verður við Christian R. Mouritsen. Í ólavsøkudystinum ímóti HB skoraði hann trý mál. Síðani hevur tað víst seg, at spæliloyvið ikki er flutt úr HB og til B36. Flytingarvindeygað er afturlatið, og tað verður upp til kappingarnevndina hjá FSF at gera av, hvussu hetta málið skal loysast.