Tað gongur sum eftir ánni á Eiði

Tey eru í ferð við at leggja næsta ár til rættis, og tað skulu stór tøk takast

- Tað gongur væl á Eiði!

 

Tað staðfestir Jógvan í Skorini, borgarstjóri á Eiði, nú tey í bygdaráðnum eru í ferð við at leggja fíggjarætlanina fyri næsta ár.

 

Hann sigur, at í fjør varð skatturin lækkaður heili tvey prosent, so at tað nú er 18,75 prosent, sum er eitt tað lægsta skattaprosentið í landinum. Samstundis er barnafrádrátturin 7.500 krónur, sum er ein tann hægsti í landinum.

 

Sostatt er Eiðis kommuna bíligasta kommuna á meginlandinum, hvat hesum viðvíkur og  Jógvan í Skorini sigur, at næsta ár er ætlanin at varðveita sama skattaprosent og barnafrádrátt, sum í ár.

 

Men tað kann bygdaráðið á Eiði gera uttan himpr, tí peningurin streymar í kassan kortini. Í ár varð mett, at Eiðis kommuna fór at fáa góðar 18 milliónir inn í skatti, men seinastu metingarnar vísa, at inntøkan fer at vera einar 20 milliónir í ár, og næsta ár verður inntøkan áleið tann sama, ella kanska enntá ein lítil hækkking.

 

Men tað liggja eisini stórar íløgur fyri framman, har nógv tann størsta er bygdar- og ítróttarhúsið í Hólmanum, við vøllin, liðugt.

 

Tað kostar 13,5 milliónir krónur og av teimum eru fýra, ella fimm milliónir, rindaðar í ár. Húsið verður vónandi liðugt til fótbóltskappingin byrjar næsta ár, men borgarstjórin væntar kortini, at tað fer at knípa.

 

Men restin av húsinum, 8,5 - 9,5 milliónir skulu so rindast næsta ár. Men tað verður tikið av pengum hjá kommununi.

 

- Kommunan skyldar 11,5, men eigur 12,5 milliónir á bók, so vit hava eitt ríkiligt, fíggjarligt rásarrúm, sigur borgarstjórin.

 

Annars skal kommunan eisini stika tað seinasta av bygdini inni, so at næsta vetur verður Eiði eisini vetrarfriðað fyri seyð.