Tað gongur striltið hjá U-20 monnunum í flogbólti

Eftir tvey tap fer føroyska liðið fyrrapartin í morgin at spæla ímóti Norðurírlandi um fimta plássið

U20 liðið í flogbólti hjá monnum er á Kypros og kappast um Evropameistaraheitið fyri smátjóðir.

 

Fyrsti dysturin varð spældur fríggjamorgunin ímóti Norðurírlandi. Tað skuldi verið ein yvirkomilig uppgáva, men tað vísti seg skjótt, at okkara ikki vóru nóg væl samanspældir, og ikki høvdu líka nógva royndir sum mótstøðuliðið. Úrslitið varð 3-1 sigur til Norðurírland. Tað var lítil munur á liðunum, men í avgerandi løtunum vóru norðurírar stinnari.

 

Seinni dysturin var ímóti heimaliðum og stórfavorittunum, sum høvdu eitt lið har allir leikararnir vóru í elsta árganginum.

Kypros legði út sum eitt ódnarveður, og tað sá út sum um, at virðingin hjá okkara fyri mótstøðuliðnum var nakað stór. Í øðrum setti gjørdist dysturin tættari, og okkara leikarar fóru at geva kypriotum mótstøðu. Í triðja setti riggaði føroyski blokkurin væl, samstundis sum verjuspælið gekk framúr væl. Tað sást aftur á heimaáskoðarunum, sum klappaðu fyri føroyska liðnum, tá teir við framúr bjargingum kláraðu at fáa nærum ómøguligar bóltar upp úr gólvinum aftur. Føroyar løgdu seg á odda og kláraðu at halda leiðsluna til støðan var 20-19. Tá kom heimaliðið fyri seg aftur og vann settið og dystin 3-0.

 

Leygardagin var dystur ímóti Skotlandi. Føroyingarnir løgdu væl frá byrjan og fylgdu við skotum upp til 16. Tá steðgaði føroyska liðið upp og tapti fyrsta settið. Í øðrum setti sá út sum føroyska lilðið mista trúnna á egin evnir. Hetta gjørdu skotar sær dælt av og vunnu nógvar bóltar á rað og settið. Í triðja setti fingu allir møguleika at spæla, men skotar vóru ikki til at steðga.

 

Í morgin kl. 9 verður dystur um 5. og 6. plássið. Tann dysturin er ímóti Norðurírlandi..