Tað gongur sera væl í svenska búskapinum. Í øðrum ársfjórðingi var búskaparvøksturin 2,3 prosent, og tað kom púra óvart á greinararnar í fíggjarheiminum, sum høvdu mett, at vøksturin var 0,6 prosent. Harafturat er tað merkisvert, at Svøríki hevur so stóran búskaparvøkstur, meðan meginparturin av Evropa stríðast við negativan vøkstur.
Samstundis er virðið á teirri svensku krónuni hækkað munandi. Ein svensk króna nærkast nú 90 donskum oyrum, og so nógv hevur hon ikki verið verd síðani í 2000.
Tølini vísa, at tann svenski búskapurin hevur megi til at standa ímóti krepputíð, og hagtølini vísa, at tað er serliga útflutningurin, sum bjargar svium.
Í øðrum ársfjórðingi vaks útflutningurin 1,7 prosent, og tað hendi, samstundis sum innflutningurin minkaði 0,2 prosent. Svenskir búskaparfrøðingar siga, at gongdin kann hava við sær, at tjóðbankin fer at endurskoða støðuna og at lækka rentuna eina ferð í heyst.
Kemur dønum væl við
Búskaparvøksturin í Svøríki og tað hækkaða krónuvirðið gera, at sviar keypa fleiri vørur uttanlands. Tað kemur millum annað dønum væl við, tí gongdin merkir eisini, at danskar vørur gerast bíligari eystan fyri Oyrasund. Svøríki er tann næststørsti útflutningsmarknaðurin hjá dønum. Í fjør keyptu sviar vørur og tænastur úr Danmark fyri 110 milliardir krónur.
Tann sterka svenska krónan sæst eisini aftur í býarmyndini í Helsingør, tí væl fleiri sviar fara yvir um sundið at keypa, nú teir fáa meiri fyri pengarnar.